Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ringt veður í morgin og týsdagin

Hanus Kjølbro

2022 byrjaði við ringum veðri. Í dag er veðrið nakað væl frægari, men í morgin er aftur ringt veður.

Tað er tað sama lágtýstið, sum gjørdi um seg í gjár og í nátt, sum fer at nærkast okkum eina ferð afturat – hesaferð norðanífrá.

Tað hevur fingið nýggja megi nakað norðan fyri Føroyar, og tað fara vit at merkja allan dagin í morgin og stóran part av týsdegnum eisini.

Í løtuni er ættin norðan ella vesturhallur norðan. Miðalvindferðin fyri alt landið liggur um 8 til 13 m/s, og soleiðis – meira ella minni – fer veðrið í Føroyum at vera til í kvøld. Tá fer ættin í útnyrðing, og vindurin fer at veksa eitt sindur.

Eftir midnátt fer vindurin at veksa meira, klokkan 6 í morgin ári er vindferðin komin upp í 13 til 18 m/s. Á middegi er vindferðin komin upp í 20 til 25 m/s, og sum veðurkortini síggja út í løtuni (klokkan er 12), so er hetta vindurin allan morgin. Ættin fer at liggja um útnyrðing til nakað er ligið út á seinnapartin. Tá fer hon upp í útnyrðing norðan.

Saman við vindinum í morgin kunnu vit vænta avfall – regn og vátakava. Hitin fer at liggja um 2 til 4 stig – tað er á markinum ímillum regn og vátakava. Í erva er sjálvandi væl kaldari.

Men hundurin er ikki hálvbardur, tí ringa veðrið fer eisini at vera stóran part av týsdegnum. Talan er um somu vindferð, 20 til 25 m/s av útnyrðing norði – saman við regni og/ella vátakava.

Tað fer ikki at minka fyrr enn út á týskvøldið.