Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri sigur, at nú verður arbeiðið útboði at gera ringvegin úr Uppsalagøtu í vegin Undir Fossum. Tað hevur tikið langa tíð at komið so langt, men nú er í hvussu so er klárt at bjóða út stóru vegaætlanina úr vegnum Oman Eið og Uppsalagøtu og heilt yvir til vegin Undir Fossum.
Útbjóðingartilfarið er um at vera klárt og um fáar dagar verður útbjóðingin veruleiki.
Vegurin verður gjørdur í tveimum fíggjarárum. Býráðið hevur avsett 8 milliónir til ringvegin í ár og rest verður sett av í komandi fíggjarárið.
Metingar siga, at øll verkætlanin kemur at liggja um 20 milliónur krónur og tá er íbindingin við Rættargøtu eisini við.
Ætlanin er at byrja við Uppsalagøtu/Oman Eið, soleiðis at ringvegurin fyrst letur upp fyri ferðsluni av Rættargøtu og oman í býin. Sum nú er gongur hendan ferðslan eftir Uppsalagøtu og henda farleið er ikki nøktandi, við tað at ovasti parturin av Uppsalagøtu als ikki lúkar treytirnar fyri nógvu ferðsluni av Rættargøtu.
Hóast bert 8 milliónir eru avsettar í ár, so rokna vit við at alt arbeiðið heilt norður til Undir Fossum kann gerast í einum, við tað at arbeiðið helst fer at strekkja langt inn í 2007, soleiðis at Býráðið kann avseta neyðuga írestandi peningin á komandi fíggjarætlan.
Samstundis sum vit fáa loyst upp fyri ferðsluni av Rættargøtu og Niðan Horn, fáa vit eisini leitt ferðsluna frá Undir Fossum og longur norðuri suður eftir ringvegnum, soleiðis at eitt nú Mylnuskákið verður avlastað fyri bilferðslu.
Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri sigur víðari, at við nýggja strekkinum av ringvegnum, verður eisini latið upp fyri fleiri møguligum grundstykkjum. Roknað verður við, at nýggja strekkið av ringvegnum fer at lata upp fyri umleið 20 grundstykkjum.
Leggja vit so tað saman við teimum 50 grundstykkjunum sum í ár vera tøk á Grashjalla, so má sigast at Klaksvíkar Kommuna er væl á veg at nøkta eftirspurningin eftir grundstykkjum.




