Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rio Bravo fer aftur til røturnar

Oliver Joensen

-Tað hevur leingi verið eitt ynski at kunna bjóða tveimum fólkum at eta eina góða máltíð fyri undir 200 krónur, og tað er ein av orsøkunum til, at vit nú hava valt at gera eina stóra tunesiska buffet, sigur Mouldi Manai, eigari av matstovuni Rio Bravo í Havn.

Mouldi og hansara fólk hava valt sær íblástur frá heimlandinum hjá Mouldi og dagliga leiðaranum Ben, Tunis, men bufettin er eisini sett saman við mati, sum fólk kanska kenna frá øðrum londum kring miðalhavið.
Tað eru serstøku kryddini, sum í stóran mun mynda bufettina. Tey verða innflutt beinleiðis úr Tunis, og brúkt til teir ymsu rættirnar.
Tað eru altíð eini 10-12 sløg av ymsum rættum í heitu grýtunum og pannunum, sum standa frammi, umframt at nøkur sløg av salati eisini eru partur av bufettini. Summi kenna kanska ”Brik”, sum er ein sera tunn tunesisk pannnukøka við fyllu, ið er stokt í olju. Eisini eru ymisk sløg av kjøti – bæði lamb, oksi, høsnarungi og kalkun, sum verða kryddað og borðreidd í tomatsós, aðrari sós ella bara grillað, umframt rís og epli. Bufettin hevur eisini føroyskan fisk á skránni hvønn dag. Serstaki tunesiski rætturin Couscous er á matarskránni fríggjadagar, og sunnudagar eta børn undir 12 ókeypis. Gerandisdagar fáa børnini eisini ókeypis sodavatn.
Tunesiska bufettin í Rio Bravo er opin bæði á døgurða og um kvøldið (kann eisini bíleggjast heim við), og hon kostar 95,- kr. bæði tíðarskeiðini.