Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Risa verkætlan uttan alment veðhald

Tinganes

Politiska skipanin hevur seinastu árini havt ætlanir um, at ein undirsjóvartunnil skal gerast millum Streymoynna og Eysturoynna. Tað eru meira enn tíggju ár síðani, at privatir aktørar á fyrsta sinni tóku stig til at kanna møguleikarnar fyri at gera ein tunnil. Síðani tá hava løgting og landsstýri, so at siga alla tíðina, arbeitt út frá ætlanum um eina privata tunnilsloysn.

Politiska skipanin hevur seinastu árini havtætlanir um, at ein undirsjóvartunnil skal gerast millum Streymoynna ogEysturoynna. Tað eru meira enn tíggju ár síðani, at privatir aktørar á fyrstasinni tóku stig til at kanna møguleikarnar fyri at gera ein tunnil. Síðani táhava løgting og landsstýri, so at siga alla tíðina, arbeitt út frá ætlanum um einaprivata tunnilsloysn.

Tey bæði undanfarnu løgtingini hava í ávikavistapríl 2007, mai 2010 og apríl 2011 samtykt at geva landsstýrinum heimild atfara undir samráðingar við privat felag um at gera og reka Eysturoyartunnilin,og í mars 2012 játtaði løgtingið Innlendismálaráðnum 6 mió. kr. til útbjóðingav einkarrættinum at byggja og reka tunnilin. 

Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen sigur: “Lógargrundarlagið, sum landsstýrismaðurin íinnlendismálum hevur arbeitt eftir, hevur eina breiða politiska undirtøku – 25tinglimir. Men eg havi tó tikið politiska rumbulið frá andstøðuni tileftirtektar. Eitt nýtt lógargrundarlag varð tí lagt fyri tingið. Ikki avløgfrøðisligum ávum, men av politiskum ávum. Tí eg kann ikki liva við, at iviverður sáddur um heimildina fyri at fremja hesa verkætlan.

Tað ergleðiligt, at eitt privat felag ætlar at gera hesa risa verkætlan. Við hesumleisti tekur landskassin ongan váða og einki veðhald á seg, og er hettahøvuðsorsøkin til, at samgongan hevur arbeitt fram móti einari privatari loysn.

Tó hevuralmenna kjakið um málið verið merkt av misskiljingum, og tí er neyðugt at fáastaðfest nøkur viðurskifti. Landið hevur møguleika at yvirtakaEysturoyartunnilin aftur fyri ein avtalaðan prís, sum er størstur fyrsta áriðog minkar sum frá líður. Tað er eingin ‘stavnsbinding’ í 50 ár fram í tíðina,sum onkur hevur ført fram. Tað er landið sum avgerð, um tað vil yvirtakaEysturoyartunnilin ella ikki.

Við hesiloysn verða Norðoyartunnilin og Vágatunnilin ikki settir í veð, og verða eftirætlan, ein partur av tí almenna vegakervinum, tá lánini eru niðurgoldin. Gongurprivata tunnilsverkætlanin sum ætlað, sambært avtaluni, kann landið yvirtakaEysturoyartunnilin fyri eina rímiliga upphædd eftir 21 árum.”       

 

Politiskagongdin í arbeiðinum um Eysturoyartunnilin:

Á heysti 2002 tóku einstaklingar seg saman íein bólk fyri at kanna, um handilsligt grundarlag kundi verið fyri einitunnilsleið millum Skálafjørðin og Suðurstreym.

18. februar 2003 hevði bólkurin framløgu áSvangaskarði um eina tílíka tunnilætlan. Við tað at fíggjarligt grundarlagtyktist vera undir ætlanini, arbeiddi bólkurin víðari við ætlanunum.

29. september 2005 lat bólkurin úr hondumfrágreiðing, har hann millum annað mælti til at ein ella fleiri sterkirpeningastovnar stovna partafelag við tí endamáli at fáa til vega koncessión tilat byggja og reka undisjóartunnil millum armarnar á Skálafjørðinum ogSuðurstreym.

18. januar 2007 søkti P/F SkálafjarðartunnilinVinnumálaráðið, sum tá umsat málsøkið, um koncessión.

2. mars 2007 legði Bjarni Djurholm,landssstýrismaður, fram uppskot til samtyktar um at fyrireika fast sambandmillum Skálafjørðin og Suðurstreymoy.

30. apríl 2007 samtykti Løgtingið uppskot tilsamtyktar, og tók við samtyktini undir við, at lands­stýr­ismaðurin ívinnumálum fer undir samráðingar við privat felag um at gera fast sambandmillum Skálafjørðin og Suðurstreymoy og fast samband um Skálafjørðin ogsamsvarandi hesum leggur fram løgtingslógaruppskot, sum neyvari ásetirtreytirnar.

15. november 2007 skrivar P/FSkálafjarðartunnilin Vinnumálaráðnum bræv og heitir á ráðið um at bera so íbandi, at samráðingarnar, sum høvdu verið síðani 30. apríl og út á tað heystið,kundu førast á mál.

19. januar 2008 er løgtingsval, og nýggjsamgonga millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin og Miðflokkin, CHEsamgongan, tekur við. Bjørt Samuelsen verður landsstýris­maður í vinnumálum, ogsleppur ætlanini um at lata privatafelagnum koncessión. Í staðin ferVinnumálaráðið at arbeiða við eini ætlan um, at landið skal byggja tunnilinmøguliga gjøgnum partafelag.

26. september 2008 tekur nýggj samgonga viðmillumm Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Javnað­arflokkin. Samferðslumál verðasamstundis flutt úr Vinnumálaráðnum til Innlendismálaráðið, sum harvið skalavgreiða umsóknina frá P/F Skálafjarðartunlinum, og Annika Olsen verðurlandsstýris­maður í innlendismálum.

30. oktober 2008 letur felagiðInnlendismálaráðnum avrit av ymsum skjølum í sambandi við umsóknina.

18. desember 2008 fekk landsstýrismaðurin álandsstýrisfundi undirtøku fyri at taka upp sam­ráð­ingar við P/FSkálafjarðartunnilin um í fyrstu atløgu at koma ásamt um, at felagið rindarráðgev­araútreiðslurnar, fyri síðani at finna ráðgevar, og eftir tað at faravíðari við samráðing­um­ um endaligu koncessiónstreytirnar.

Fyrra hálvár 2009 eru nakrir fundir millumInnlendismálaráðið og P/F Skálafjarðartunnilin og Innlendismálaráðið arbeiðirvið málinum og við at finna skikkaðar ráðgevarar.

August-september 2009 finnurInnlendismálaráðið sær tekniskar fíggjarligar og løgfrøðiligar ráðgevarar.

22.-24. november 2009 varð skipað fyrisokallaðum “kick-off seminari” har allir áhugapartar so sum landspolitikarar,kommunalpolitikarar, embætismenn og nevnd, stjórn og partaeigarar í P/FSkálafjarðartunlinum luttóku.

Ultimo desember 2009 undirskriva P/FSkálafjarðartunnilin og Innlendismálaráðið “Letter of Understanding”, ið ergrundarlag fyri komandi samráðingunum um at lata felagnum einarætt.

Januar-mars 2009 samráðingarfundir við P/FSkálafjarðartunnilin.

6. mars 2010 leggur landsstýrið fram uppskottil løgtingslóg um einkarætt til at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnilundir Skálafjørð og Tangafjørð.

27. apríl 2010 eru ráðgevararnir hjá Rambølllidnir við sína meting, “second opinion”, av frágreiðingini hjá norskufyritøkkuni SINTEF um eldsváðan í einum undirsjóvartunli við rundkoyringsamanborið við ein undirsjóvartunnil uttan vegamót.

12. mai 2010 samtykkir Løgtingiðløgtingslógaruppskotið, og lógin verður lýst 26. mai 2010.

1. juni 2010 fær P/F Skálafjarðartunnilinfyrsta uppskotið til avtalu um einkarætt.

30. september 2010 steðga samráðingarnar viðP/F Skálafjarðartunnilin tí Eik fór fallit. Eik Grunnurin, hvørs størsta ognvar partabrøv í Eik Banka, átti ½ av P/F Skálafjarðartunlinum.

1. desember 2010; eftir henda dag hevðilandsstýrismaðurin ikki longur heimild til at lata P/F Skálafjarðartunlinumeinkarætt.

7. mars 2011 leggur landsstýrið fram uppskotum broyting í lógini. Broytingin er at heimildin hjá landsstýris­manninum tilat veita P/F Skálafjarðartunlinum einkarættin verður longd til 1. august 2011.

6. apríl 2011 loysir løgmaður Anniku Olsen úrembæti sínum sum landsstýrismaður.

26. apríl 2011 samtykkir Løgtingiðbroytingaruppskotið.

3. mai 2011 er P/F Skálafjarðartunlinum sinnaðat halda fram við arbeiðinum at náa fram til eina avtalu við Innlendismálaráðiðum einarætt.

4. mai 2011 verður John Johannessen tilnevndurlandsstýrismaður í innlendismálum.

22. juli 2011 boðar P/F SkálafjarðartunlinumInnlendismálaráðnum frá, at felagið ikki hevur møguleika at gera avtalu umeinkarætt áðrenn 1. august er farin.

2. august 2011 boðar Innlendismálaráðið fráhesum í tíðindaskrivi. John Johannessen, landsstýris­maður, boðar frá, at hannætlar ikki at bjóða einkarættin út, men at tað almenna skal byggja tunnilin.

27. september 2011 skrivar løgmaður útløgtingsval.

29. oktober 2011 er løgtingsval.

14. november 2011 tekur Kári P. Højgaard við sumlandsstýrismaður í innlendismálum.

29. november 2011 heitir Innlendismálaráðið áLandsverk um at meta um hvat ið krevst av peningi, tíð og øðrum til atfyrireika eina útbjóðing.

4. januar 2012 býður Jens Hoeck, Deloitte, særí telefonsamrøðu at koma til Føroya at hjálpa okkum at leggja til rættis,hvussu verkætlanin best kann fremjast.

24. januar 2012 er fundur við Landsverk íInnlendismálaráðnum, har avgjørt verður at hava temaløtu fyri landsstýrinum umhættir at útvega tunnil.

30. januar 2012 heitir Innlendismálaráðið áDeloitte um at verða til  hjálpar íkanningini um hvat tað vil kosta at fyrireika eina útbjóðing.

9. februar 2012 vendir Deloitte aftur viðeinum tilmæli um hvussu farast kann fram í fyrireikingun­um av útbjóðingini.

20. februar 2012 er Innlendismálaráðið ogLandsverk á landsstýrisfundi um tilmælið frá Deloitte og ymsar hættir at skipatunnilin og aðrar tunlar.

22. februar 2012 er framløga fyriløgtingsmonnum um Eysturoyartunnilin, har umboð fyri Lands­verk ogInnlendismálaráðið fara at greiða frá tunnilsverkætlanini..

14. mars 2012 letur LandsverkInnlendismálaráðnum frágreiðing, ið frá einum búskaparligum sjónarmiði lýsirmunin millum at hava Eysturoyartunnilin í einum privatum samtaki og undir tíalmenna.

30. mars 2012 leggur landsstýrið fram uppskottil samtyktar um játtanarkarmar á løgtingsfíggjar­lóg­ini fyri 2013, og har erusettar av 6 mió. kr. í 2013 og sama upphædd í 2014 til at fyryreika útbjóðingav einkarættinum at byggja , fíggja og reka undirsjóvartunnilin, skjal 1 tiluppskotið, Búskaparfrágreiðing I mars 2012.

3. mai 2012 samtykkir Løgtingið karmalóginavið ætlaðu játtanini til at fyrireika útbjóðingina.

11. juni 2012 kemur Føroya Banki á fund viðInnlendismálaráðið. Fyritreyt bankans var framvegis almenn luttøka. Tað bleivgreitt umboðum bankans frá, at tað politiskt var avgjørt at landsstýris­maðurinskal brúka sína heimild í lógini um at bjóða einkarættin út í fría kapping tilprivatar, og at Innlendismálaráðið eftir ætlan fó at fáa játtan áløgtingsfíggjarlógini til at fyrireika útboðið.

Juni 2012 arbeiðir Innlendismálaráðið víðarivið at leggja útbjóðingina til rættis.

4. juli 2012 er fundur við P/FSkálafjarðartunnilin á skrivstovuni hjá Landsverki um møguleikan fyri at landiðkeypir tær ognir frá felagnum, sum landinum nýtist í arbeiðinum at bjóðaeinkarættin út. Niðurstøðan á fundinum var, at P/F Skálafjarðartunnilin skalumhugsa og innanhýsis umøða hvat tað er sinnað at selja ognirnar fyri. Felagið skal venda aftur til Innlendismálaráðið ogLands­verk seinnapartin í august 2012.

30. juli 2012 er fundur í Havn við Jens Hoeck,sum vegna Deloitte hevur verið ráðgevið í verkætlanini. Avrátt bleiv hvussuútbjóðingin ítøkiliga skuldi fyritreikast, og at Jens Hoeck skuldi sendaInnlendismálaráðnum eitt upplegg um tað, eins og hann skuldi finna fundardageftir 7. september.

6. august 2012 sendir Jens HoecInnlendismálaráðnum upprit um tilgongdina í útbjóðingini

9. september 2012 vendir Innlendismálaráðiðsær til ráðgevararnar, sum vóru við frá fyrsta degi, um at gera avtalu umráðgeving.

20. september 2012 minnir InnlendismálaráðiðP/F Skálafjarðartunnilin á, at felagið skuldi venda aftur seinnapartin í augustum hvat tað er sinnað at selja ognir sínar fyri.

21. september svarar P/F Skálafjarðartunnilin,men felagið ynskir so nógv fyri sínar ognir, at tað er ikki ein møguleiki hjálandinum at keypa tær. Tessvegna má útbjóðingartilfarið gerast uttanupplýsingar frá P/F Skálafjarðartunlinum.

28. september 2012 leggur landsstýrið framuppskot  til løgtingsfíggjarlóg fyrifíggjarárið 2013, har skotið verður upp at játta 6,0 mió. kr. til at fyrireikaútbjóðingina av Eysturoyartunlinum.

2. oktober 2012. Við støði í millum øðrum tíarbeiði, sum er gjørt um várið og summarið er fundur við ráðgevararInnlendismálaráðsins. Evni á fundinum vóru leikluturin hjá ráðgevarum,Landsverki og Innlendismálaráðnum, um játtan, møguligar áhugaðar partar, ymisktat fyrireika til fundir við møguliga áhugaðar partar, tilgongd fram til útboðog tíðarætlan.

22. oktober 2012 hevur Innlendismálaráðið fundvið Sund & Bælt. Innlendismálaráðið kunnaði um verkætlaninaEysturoyartunnilin og Sund & Bælt greiddi frá feløgunum í Sund & Bæltsamtakinum. Verkætlanirnar hjá Sund & Bælt verða ikki skipaðar sum OPP, menfíggjaðar við lánum við stats­kassaveðhaldi.

23. oktober 2012 hevur Innlendismálaráðið fundvið ráðgevararnar um útbjóðingina og útbjóðing­ar­tilfar, memorandum.

Oktober 2012 til januar 2013. Tilgongdin attilevna útbjóðingartilfarið á enskum máli. Tilfarið fevnir um memorandum ogskjøl um millum annað jarðfrøði og tunnilslógina, sum er týdd til enskt.

19. desember 2012 samtykkir Løgtingiðløgtingsfíggjarlógina fyri fíggjarárið 2013, har játtaðar verða 6,0 mió. kr.til at fyrireika útbjóðingina av Eysturoyartunlinum

Desember 2012 og primo januar 2013 verðamøguligir íleggjarar bodnir til samrøðu við Innlendis­málaráðið.

22.-24. januar 2013 hevur Innlendismálaráðiðsaman við ráðgevarum og Landsverki samrøður við 7 partar, sum hava víst áhugaog tikið við innbjóðingini

20.-21. februar 2013 verður skriv sent teimum,sum undir samrøðunum vóru áhugaðir og áhugaverdir, har heitt varð á teir um atbjóða sær til at byggja, fíggja, eiga og reka Eystur­oyartunnilin.

26. mars 2013 leggur landsstýrið fram uppskottil samtyktar um játtanarkarmar á løgtingsfíggjar­lóg­ini fyri 2014, og har erusettar av 6 mió. kr. í 2014 til at fyryreika útbjóðing av einkarættinum atbyggja , fíggja og reka undirsjóvartunnilin, skjal 1 til uppskotið,Búskaparfrágreiðing I mars 2013.

17. apríl 2013 er freist fyri at vísa áhugafyri bjóða sær til at fremja verkætlanina.

18. apríl 2013 boðar Innlendismálaráðið frá,at aðalráðið hevur – við støði í, at landsstýrið á vári 2012 gjørdi av atEysturoyartunnilin skuldi bjóðast út til privat – kannað um áhugi er hjá privatumat átaka sær uppgávuna, og at nú verður farið í realitetssamráðingar við eináhugaðan íleggjara.

2. mai 2013 verður landsstýrið kunnað umgongdina í samráðingunum og hvat partarnir kunnu semjast um.

2. mai 2013 undirskriva landsstýrismaðurin oghin samráðingarparturin avtalu um tilgongdina fyri samráðingum um treytaðaavtalu um einkarætt til undirsjóvartunnil.

6. mai 2013 samtykkir Løgtingið karmalóginavið ætlaðu játtanini til at fyrireika útbjóðingina.

Mai-juni 2013 eru samráðingar um avtalu umeinkarætt.

18. juni 2013 verður landsstýrið kunnað uminnihaldið í avtaluni, sum enn ikki er liðug.

21. juni 2013 er landsstýrismaðurin í samráð íFíggjarnevnd og í Rættarnevnd Løgtingsins.

24. juni 2013 er kunningarfundur fyri limunumí Løgtinginum.