Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Risastór uppgáva vantar

Danial Viðoy

Flogbóltur: Føroyska A-landsliðið vann ein sera týdningarmiklan sigur í gjár ímóti Luxemburg, og hava har við tey fyrstu stigini. Í dag verður uppgávan enn størri, tá ið tær møta Íslandi, har flestar eru høvdið størri enn allarflestu á føroyska landsliðnum.

Í gjár vunnu føroysku genturnar tvey tey fyrstu settini, men slakaðu ov nógv í tí triðja og taptu tískil tað. Men eftir eina áminning frá venjaranum, vendu tær skútuni og vunnu ein lutfalsligan tryggan sigur.

Í dag er uppgávan eitt sindur øðrvísi, tí tær íslendsku genturnar eru sera høgar og sera væl fyri. Í dag ber ikki til at slaka og í dag kann einki sparast.

Tað er í roynd og veru talan um ein lykladyst í dag; skilt á tann hátt: at um tær føroysku vinna í dag, er møguleikin til víðari luttøku sera stórur.

Góða eydnu í dag!