Ritan minkar í flestu bjørgum í Norðurhøvum og nógva aðrastaðni við. Og Føroyar eru einki undantak.
Fyri at gera eina felags meting av støðuni er sjófuglabólkurin CBird, Circumpolar Seabird Group farin at savna allar upplýsingar um rituna, sum fuglateljarar liggja inni við. Fiskirannsóknarstovan umboðar Føroyar í hesum bólki, sum er undir felagsskapinum CAFF, Conservation of Arctic Flora and Fauna.
Sera misjøvn ár
Fyrr var vanligt at taka rituungar til matna um ólavsøkumundið, tá ið ungarnir vóru um at vera floygdir. Men lítið hevur verið gjørt burtur úr hesum tey seinastu 50 árini, m.a. tí lítið hevur verið til av ungum.
Síðani 1988 er á hvørjum ári talt, hvussu nógvir rituungar í miðal komu undan fyri hvørt reiður í Høvdanum í Skúgvi. Eisini eru tøl frá 1982 og 1986. Hesi úrslit vísa, at tað er sera stórur munur á, hvussu árini hilnast.
zoom
Bara 55 % av ritupørunum fáa ein unga á hvørjum ári, og tað er ov lítið til at halda stovninum í javnvág. Men ein partur av teimum pisunum, sum blivu floygdar tey góðu árini 1999-2002, eru uppi í búfuglastovninum nú. Møguleiki er tí fyri, at ritustovnurin kann menna seg aftur.




