Dreingirnir umborð á Rituni vunnu róðurin á Fjarðastevnu, og nú hava teir beina kós ímóti FM
Ritan hjá róðrarfelagnum norðuri í Hvannasundi og Norðdepli vann róðurin hjá 5-mannaførum við dreingjum á Fjarðastevnu í dag. Ritan var eitt sekund frammanfyri Jall, og Ritan hevur nú lagt seg heili seks stig frammanfyri sín nærmasta kappingarneyta.
Nú tveir róðrar eru eftir at rógva, liggur Ritan sera væl fyri til at vinna FM.
5-mannafør, dreingir
1. Ritan 04:58.09
2. Jallurin 04:59.03
3. Sílið 05:00.15
4. Kollur
5. Strípan
6. Havfrúgvin
7. Drekin
8. Blikur
Støðan
1 Ritan 32 stig
2 Jallurin 26 stig
3 Kollur 19 stig
4 Havfrúgvin 12 stig
5 Sílið 10 stig
6 Strípan 9 stig
7 Blikur 2 stig
8 Drekin 0 stig




