Fríggjadagin 18. november og leygardagin 19. november
Lagt verður upp til eitt spennandi rivjakvøld, har matarlepin er beint fram, nevniliga riv úr Eystfellinum, eplir og rugbreyð.
Omaná verður Rís a’la mande og kaffi.
Harafturat verður okkurt leskandi frá grannanum, Føroya Bjór.
Felagssangur, undirhald og møguleiki hjá luttakarum at fortelja onkra góða eisini.
Byrja verður kl. 20:00 og vit enda á miðnátt.
Luttøkan er avmarka til 30 pláss hvørt kvøldið, so tað er at bera skjótt at fyri at tryggja sær pláss
Bíleggjast kann umvegis atgongumerki.fo
Fríggjakvøld:
Rivjakvøld í Gamla Seglhúsinum fríggjadagin 18. november 2022 (atgongumerki.fo)
Leygarkvøld:
Rivjakvøld í Gamla Seglhúsinum leygardagin 19. november 2022 (atgongumerki.fo)




