(Porto) Róaldur Jakobsen úr B36 sær út til at fáa møguleikan frá byrjan móti Portugal og hann sigur, at hetta verður hansara størsta uppgáva sum fótbóltsleikari.
Útfrá venjingini týsdagin, so bendur tað á, at B36 leikarin Róaldur Jakobsen fær møguleikan frá byrjan á sentrala miðvøllinum, har nógv avboð eru komin frammanundan. Róaldur hevur spælt fleiri landsdystir fyrr og m.a. skoraði hann á útivølli móti Ungarn í síðstu undankapping. Men hetta verður hansara størsta avbjóðing higartil.
– Eg havi spælt ímóti Rumenia á útivølli, men hetta verður nokk ein nógv størri uppgáva og helst tann størsta uppgávan hjá mær nakrantíð, um eg fái møguleikan frá byrjan. Teir hava klassa og skulu ofta hava fáar møguleikar til at skora. Teir duga ræðuliga væl at verja og eg rokni ikki við, at teir fara at geva nakað burtur. Kanska arbeiðir Cristiano Ronaldo ikki so hart, men hinir arbeiða hart. Møguliga hava teir ikki bóltin líka nógv sum fleiri onnur topplið, men vit koma nokk at vera nógv í verjustøðu. Tá vit hava bóltin, so mugu vit royna at hava bóltin eina løtu. Vit mugu royna at halda teimum burtur frá møguleikum, tí m.a. Ronaldo skorar uppá tað mesta. Vit mugu heldur ikki bara gyppa vekk, tí so vera vit undir trýsti allan dystin, og tað verður dráp, sigur Róaldur Jakobsen við Norðlýsið.
Hann sigur, at verður leikskipanin at tríggir spæla í miðverjuni, so verður tað nakað nýtt fyri hann.
– Eg havi ikki roynt at spælt við hesi leikskipanini, um tað væl at merkja verður spælt við trimum í verjuni. Men tað eru nakrir á liðnum, sum hava roynt tað. Eg haldi at tað er fínt, tí tað handlar nógv um tað sama í mátanum at trýsta uppá o.s.v., sigur Róaldur Jakobsen við Norðlýsið undan dystinum.
Mynd: Hans Erik Danielsen




