Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Róaldur skoraði einsamalla málið

Jákup Ósá

Liðuppstillingar hjá B36 og Víkingi kunnu síggjast her.

Alt bendur á, at B36 hevur eitt gott lið í 2017. Føroyameistararnir frá 2014 og 2015 vunnu mikukvøldið venjingardystin á føroyameistarunum í 2016.

Róaldur Jakobsen skoraði einasta málið í dystinum í seinna hálvleiki. B36 var betra liðið gjøgnum dystin, men Víkingar høvdu eisini sínar møguleikar. Bæði liðini manglaðu fleiri leikarar.

B36 byrjaði við hesum liðnum (4-2-3-1): Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Odmar Færø, Bjarni Petersen, Erlendur Magnussen – Eli F. Nielsen, Róaldur Jakobsen – Christian R. Mouritsen, Lukasz Cielsewicz, Hannes Agnarsson – Patrik Johannesen.

Víkingur byrjaði við hesum liðnum (4-2-3-1): Bárður á Reynatrøð – Gert Hansen, Atli Gregersen, Hjalti Strømsten, Hanus Jacobsen – Sorin Anghel, Gunnar Vatnhamar – Andreas Lava Olsen, Sølvi Vatnhamar, Filip Djordjevic – Adeshina Lawal.

B36 hevði skipað so fyri, at dysturin kundi stroymast og kann hann síggjast HER

Harleywoodpaint