Ein hirði hevur lagt stavin
Ein hirði hevur lagt stavin
Mánadagin, 13. januar kl.14.15 ringdi telefonin við boðunum, at Robert á Lakjuni er farin. Næstseinasta mikukvøld var hann á talarastólinum í Siloa, har hann segði nøkur orð og bað um forbøn fyri einum barni, sum var sjúkt – hetta var seinastu ferð, at samkoman hoyrdi Robert bera eina heilsan fram.
Seinasta hósdag, bert ein vika síðani, varð Robert við skundi førdur á Landssjúkarahúsið, og longu um vikuskiftið var familjan greið yvir hvønn veg tað gekk; men Robert var klárur til tað síðsta, og hansara seinastu gleðisløtur á fold vóru, tá børn, svigarbørn og abbabørn savnaðust um songina á landssjúkrahúsinum, har hann kundi siga síni seinastu orð við tey øll – og tað gjørdi hann eisini! Vit, sum kendu Robert og Ruth, vitstu, at tað, sum lá teimum tyngst á hjarta var, at øll teirra børn, svigarbørn og barnabørn skula savnast við teimum í Himli ein dag – og nú eru tey bæði komin heim!
Robert hevði eitt óvikiligt kall til fólkið í Rumenia. Eingin, heldur ikki hann sjálvur, veit við vissu hvussu ofta hann hevur vitjað í Rumenia. Har hevði hann nógvar góðar vinir, sum hann røkti við einum røktingarstavi, sum lá næstur hansara hjarta. Nú hevur Robert lagt røktingarstavin, og tað er eitt stórt “seyðafylgi,” sum sakna hann í Rumenia.
Robert fer til gravar í dag kl.13.00 úr Siloa. Tey, sum vilja minnast Robert kunnu senda eina gávu til Siloa í Fuglafirði.
Gud signi minnið eftir Robert á Lakjuni!




