Vit, sum elskaðu Bee Gees fegnaðust, tá vit hoyrdu at ein av Gibb brøðurunum skuldi koma á Summarfestiválin, men fyri okkum var tað betur at hann ongantíð var komin.
Ikki kann sigast annað enn at rammurnar vóru góðar. Ein sera flottur pallur við øllum hentleikum, eitt sera gott orkeystur við framúr tónleikarum, men Robin Gibb, ein skandala fyri Bee Gees.
Vit væntaðu at hoyra kendu Bee Gees tónarnar, tí tað var brúkt í søluatøkunum her á landi, men álvaratos, standardurin var niðanfyri alt lágmark. Frá staðnum har eg stóð, sá eg at fólk byrjaðu at rýma frá framførðsluni hjá Robin Gibb og hugsaði við mær sjálvum, at hetta fór at vera endin á Summarfestivalínum, tí eg kundi ikki ímynda mær at Dynamitt kundi bjarga kvøldinum.
Robin Gibb er helst farin avstað við stórum parti av fíggjarætlanini hjá Summarfestivalinum og so endaði hann sum vánaligasti sangarin á Summarfestivalinum yvirhøvur.




