Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rocky Balboa

Høgni Klakkstein

Tað er 30 ár síðan at Rocky Balboa – the italian stallion – (tann italski greðingurin) legði boksiheimin undir seg.

Hvør minnist ikki teir vælumtóktu Rocky filmarnar. Hetta er tann sætti í røðini, óivað verður hesin eisini tann seinasti, tí Rocky er ikki ein ungur maður longur. Men tað sigst, at av tí at Sylvester Stallone er í so góðari venjing fyri tíðina, ætlar hann eisini at gera ein Rambo film og gongst eftir ætlan, kemur hesin út í 2008.

Rocky Balboa
Slag: (Rocky)
Longd: 01:43
Aldursmark: 11 ár.
Kostn. 70,-
Leikarar: Sylvester Stallone, Milo Ventimiglia, Geraldine Hughes, Burt Young, Antonio Tarver

Tað er 30 ár síðan at Rocky Balboa – the italian stallion – (tann italski greðingurin) legði boksiheimin undir seg, tá hann megnaði at vinna á tá verandi tungvekt meistaranum, Apollo Creed. Men alt hetta er søga nú, tað einasta Rocky hevur eftir eru minnini. Knappliga kemur eitt telduspæl á marknaðin, hetta er eitt spæl har tú kanst velja ymiskar nevaleikarar, harímillum Rocky Balboa, í síni stórtíð og núverandi meistarin Mason “The Line” Dixon. Fjølmiðlar dáma væl at gera gitingar um hvussu leikur hevði gingist, um hesir báðir møttust í einum boksiringi í dag. Umboðsmaðurin hjá Mason byrjar eisini at blíva heitur uppá hugskotið um at lata Mason hitta Rocky í ringinum, tí seinastu tíðina hevur áhugin fyri Mason verið minkandi, tí fólk halda ikki at hann fær nakra veruliga mótstøðu frá nøkrum nútíðar nevaleikara. Hvussu man fara at gangast tá hesir báðir møtast í ringinum?
Rocky Balboa verður sýndur tríggjar dagar í vikuskiftinum, frá fríggjakvøldinum 19.01. til og við sunnukvøldið 21.01. kl. 20:00.

Atgongumerki fáast á Shell-støðini í Klaksvík og í húsinum ½ tíma undan sýning.

Harleywoodpaint