Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Røða borgarstjórans við tunnilsmunnan

(Norðlýsið – Tíðindi)

Góðu áhoyrarar – gestir, klaksvíkingar, norðoyingar, føroyingar allir. Góði løgmaður, løgtingsformaður, landsstýris- og løgtingslimir.
 
Tað er mær ein stór gleði og ein heiður vegna Klaksvíkar Býráð at bjóða tykkum øllum hjartaliga vælkomnum til Klaksvíkar.
 
Hetta er ein ómetaliga stór, søgulig og spennandi løta fyri land og fólk okkara, og serstakliga fyri okkum í Norðoyggjum.
 
Um eina løtu byrjar eitt nýtt kapittul í søgu okkara. Tað avmarkandi ferjusambandið verður avloyst av nútímans vegasambandi. Tað, sum fyrr tók hálvar og heilar tímar í bíðing og sigling – ja, eisini avlýsingum, fyri ikki tala um arbeiðssteðgir – tað fer nú at taka fáar minuttir.
 
Tað fer ikki longur at snúgva seg um tímar at koma til og úr Norðoyggjum – nei, nú verður tað minuttir.
 
Samfelagsliga gagnið av hesum er stórt, bæði í spardari tíð og útreiðslum í sambandi við flutning til og úr hesum økinum, og við tí samansjóðing fyri landið sum heild, ið fast vegasamband gevur.
 
Eg vil her nýta høvið at takka Føroya Landsstýri og Føroya Løgtingi fyri, at hava sett í verk og framt hesa fantastisku verkætlan, til miklan frama fyri øki okkara og landið alt.
 
Somuleiðis ein tøkk til P/f Norðoyatunnilin, NCC og allar aðrar veitarar fyri eitt væl úr hondum greitt arbeiði og fyri góðan samstarvsvilja.
Tað hava verið nógvir spurningar og mál at loysa, síðani fyrsta avgrevsturin, men við einum góðum vilja hevur tað gingið væl – tað er ikki minst tykkum fyri at takka, sum hava arbeitt við hesum stóra og mangan eisini krevjandi projekti – vit bera tykkum eina hjartans tøkk.
 
Latið okkum geva teimum, sum hava staðið fyri hesi verkætlan og teimum, sum hava arbeitt, eina hond ….
  
Fyri 2 árum og 9 døgum síðan stóðu vit her og sóu tað fyrsta skotið verða latið av saman við m.ø. tí tá 98 ára gamla Eliesari Sørensen, sum tó ikki náddi at uppliva hendan dagin. Vit, sum vóru her tann dagin, minnast, hvussu illa tað gekst at fáa skotið at rigga. Bíðitíðin gjørdist nokkso drúgv, og onkur hevði kanska hug at ótolnast. Tá segði Eliesar nakað soleiðis: "Hetta er eitt gott tekin um, at arbeiðið við tunlinum fer at ganga væl!"Vit kunnu í dag staðfesta, at Eliesar fekk rætt, tíbetur. Arbeiðið hevur gingið heilt væl, og best av øllum er, at einki álvarsamt óhapp er hent.


Um eina løtu verður býurin við tí størstu fólkakonsentra­tión­ini uttan fyri miðstaðarøkið – partur av meginøkinum saman við øllum Norðoyggjum.
 
Henda broyting fer ikki at henda so við og við – nei, hon hendir her og nú, í dag – ein kollvelting, sum veruliga flytir mørk og broytir umstøður og fyritreytir. Ikki minst ger hetta seg galdandi okkara megin Leirvíksfjørð, men eisini Eysturoyarmegin fjørðin fer tann nýggja farleiðin undir fjørðin at flyta mørk og skapa nýggj atferðarmynstur og við teimum eisini nýggjar møguleikar.
 
Stóra avbjóðingin er at laga seg til broyttu fortreytirnar.
Hetta at taka við avbjóðingum er ikki ókent fyri okkum norðoyingar.
 
Eitt gott dømi um tað er elverkið norðuri á Strond, sum varð tikið í brúk í 1931, tvs. fyri 75 árum síðan.


Hetta elverkið, sum fekk ómetaliga stóran týdning fyri menningina av Klaksvík, kostaði heilar 10 ferðir árligu skattainntøkuna, tvs. meir enn eina milliard, umrokna til í dag! Kommunan bygdi sjálv elverkið uttan nakran stuðul, og øll lánini vórðu aftur goldin við rentum, tá 25-30 ár vóru liðin!
Íløgan kravdi sítt, men hon var neyðug og hon eydnaðist, tí hon lyfti samstundis Klaksvík upp á eitt hægri støði – hetta sæst t.d. á fólkavøkstrinum árini aftaná.


Vit eru í dag í eini líknandi støðu. Stórar og sera týðandi verkætlanir, sum eru alneyðugar at fáa framdar, standa fyri framman.


Átøkini fara at krevja bæði dugnaskap, samanhald og offurvilja, men tey eru neyðug fyri at gera øki okkara kappingarført og attraktivt til at kunna standa seg í kappingini millum kraftardeplarnar her á landi.
 
Eg eri ikki í iva, at tað fer at eydnast okkum
 
Sagt verður, at fólkið her í økinum hugsar rættiliga lokalt, og tað er helst eisini so. Eisini á hesum øki fer Norðoyatunnilin at flyta mørk – vit skulu venja okkum við at verða partur av eini størri heild – vit skulu læra at hugsa eitt sindur breiðari, tvørtur um mørk – tað ber eisini nýggjar møguleikar í sær.
 
Eitt tað fyrsta samstarvið tvørtur um Leirvíksfjørð er tann nýggja lokala bussrutan, leið 410, sum í morginári byrjar regluliga koyring. Eg eri sera fegin um, at tað er eydnast okkum at fáa eitt samstarv við Leirvíkar og Fuglafjarðar kommunur og við Strandferðsluna um hesa farleið.
 
Um rætt verður atborið, kunnu væntast fleiri samstørv millum hesar kommunur, til frama fyri borgaran.
 
At vera størsti býur í norðurøkinum er í sjálvum sær ein stór styrki og grundarlag fyri menning – eisini nú fast vegasamband verður til og úr Klaksvík.


Tað er tí heilt nátúrligt, at Klaksvík hevur sín lut í landsalmennum stovnum, eisini nú eftir at fasta vega-sambandið er veruleiki. Eg vil nýta hetta høvið at heita á okkara landspolitikarar um at hava hetta í huga og virða Klaksvík, tá arbeitt verður við almennum stovnum.


Eg hugsi her bæði um skúlar og tænastustovnar – latið okkum ikki taka grundarlagið undir okkara kraftardeplum men heldur stuðla undir, so teir kunnu gerast enn sterkari – tað vil geva øktan trivna kring um í kæra landi okkara.
 
Klaksvíkar Kommuna hevur nógv at bjóða, bæði sínum egnu íbúgvum og teimum gestum, sum frá tíð til aðra leita hendanvegin.
 
–      Her er eitt sterkt og livandi vinnulív
–      Handilsliga hendir nógv spennandi í løtuni
–      Trivnaðarliga eru nógv tilboð, bæði til vanligan og serligan tørv
–      Ítróttarliga verður bygt út í løtuni
–      Eitt væl virkandi sjúkrahús, sum við Norðoyatunlinum verður lokalsjúkrahús fyri eitt størri øki enn higartil.
–      Eitt spennandi skúlaumhvørvi, sum liggur sera væl her saman við teimum fasilitetum og møguleikum, sum annars liggja í býnum.
 
Eingin ivi er um, at Norðoyatunnilin verður til framburð fyri landið alt.
Vón og mið okkara í Klaksvíkar Býráð er, at hesin framburður eisini skal falla býi og øki okkara í lut, samstundis sum at vit í Norðoyggjum skulu duga at síggja teir møguleikar sum liggja í breiðari samstørvum, til frama fyri landið alt, uttan at vit tó sum lokaløki missa okkum sjálvi burtur men framhaldandi verða ein sterkur samansjóðaður landspartur, sum framhaldandi fer at skapa virðir til frama fyri land og fólk okkara.
 
Gud signi mítt føðiland Føroyar!
 
 
Steinbjørn O. Jacobsen
borgarstjóri