Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Røða hjá Bjørn Kalsø í Mikladali

Bjørn Kalsø

Røða hjá Bjørn Kalsø, tá standmynd av Kópakonuni varðavdúkað í Mikladali 1. august 2014

Dregur stilt við strendur

summaraldan blíð –

hvílast troyttar hendur –

lokið dagsins stríð.

 

Summarlýðkan brosar

blítt um Mikladal –

Mylluáin tosar

still um barnaspæl.

 

Sorgardags og gleðis

stillu vøkru ljóð –

máttloysi og megis,

yvir fedra slóð.

 

Mylluá, tú kvøður,

og eg skilji teg – – –

einaferð tú kvøður

eisini um meg…

(HansJ. Glerfoss, úr yrkingasavninum Til B, 1966)

 


 

Góðu fyrireikarar – góðu kalsingar, góðu gestir.

 

Í vøkru yrkingini “Mylluáin”,  eftir bygdamannin Hans J. Glerfoss, sála, eru vití Mikladali eitt góðveðurskvøld. Yrkingin lýsir – á stillføran hátt – lívið íMikladali, har Mylluáin bindur saman – farin og komandi ættarlið.

 

So mildur er Kristian Osvald Viderø ikki, tá hann í “SagaMikladals” samanber Kalsoynna við stóra róðrarskútu, stevnandi norðureftir, oglendingina her í Mikladali við bógvin á skútuni. – Hann sigur soleiðis: “Her hevur av sonnum væðið um æsingarnar.Eitt sinn stóð sjórokið frá øldunum svá hátt og tjúkt upp um borðstokkin, atKunoyggin á miðjum degi hvarv øll úr eygsjón”.

 

Tað er á hesum stórslidna staði, her náttúrukreftirnar geraum seg – her, ið land og hav renna saman, at Kópakonan í dag fær sítt pláss, dygstvið sjóvarmálan á Stórakneysa.

 

“Gevið ljóð og líði á

Leggið væl í minni

Meðan eg kvøði um kóparnar

Í Mikladali á sinni “

 

Verður kvøðið í Kópakvæðinum, um kóparnar, sum gomlujólanátt komu á land her. – Og aldargamla søgnin um Kópakonuna er eisini vælkend, og hon hugtekur okkum framvegis. Vit ímynda okkum bóndan á Sunnanágarði,sum krógvar seg og eygleiðir Kópakonuna, sum – tá hon smoyggir seg úr haminum -er vakrasta sprund, hann nakrantíð hevur sæð. Kópakonan noyðist at fara viðbóndanum, tá hann tekur hamin og læsir hann í kistuna. Tey liva saman og fáabørn. Kópakonan gloymir tó ikki brimilin, ið bíðar henni, og hon rýmir, tábóndin ein dagin hevur gloymt lykilin til kistuna,  tá hann er farin til útróðrar.

 

Kópakonan sýnir tó eisini móðurkenslur. Og tað nemur okkum, tásøgnin sigur, at kópurin, ið sæst standa í sjónum tætt inni við land, erKópakonan, ið eygleiðir børn síni.

 

Søgnin um Kópakonuna er við ymsum frábrigdum kend á øðrumplássum, – eitt nú í Skálavík, – og sagnir um Kópakonur eru eisini í Íslandi, íbretsku oyggjunum og aðrastaðni við.

 

Í Mikladali fær søgnin ein heldur harðrendan enda. Kópakonanbiður ilt yvir fólkið, tá bóndin ikki gáar eftir, tá hon kemur til hansara ídreymi, og biður hann eira brimlinum og nósum hennara, tá mikladalsmenn faratil láturs at sláa kóp. Bæði brimilin og nósanir verða dripnir. Og tá bóndinsitur við borðið, og høvdið av brimlinum og lállurnar av nósinum eru lagdar uppúr pottinum, kemur Kópakonan, øðilig á at líta, innar, og lovar hevnd.

 

Søgnin hevur sostatt ikki einans ljósar síður, og tí kannonkur kanska undrast á, at standmyndin nú verður reist. Men søgu og sagnirokkara eiga vit ikki at fjala ella gloyma! Tær eru partur av okkaramentanararvi, ið við eini ætlan sum hesari, kunnu ríka gerandisdagin bæði hjálokala fólkinum og teimum ferðandi, sum koma uttanífrá í oynna.

 

llbønin hjá Kópakonuni vísir okkum á harðar og truplar lívstreytir,har menniskjan og náttúran eru tætt knýtt í einum sambandi, sum er treytað av virðingog javnvág. Søgnin sigur okkum nakað um tráan eftir tí, sum ikki ber til, umkærleika, hatur, hevnd, tolsemi, øvund og frælsi.

 

Søgnin sigur okkum eisini, at tað ikki roynist serliga vælat broyta onnur við at leggja bond á. Bóndin tók Kópakonuna úr sínum náttúrligaumhvørvi, við at taka hennara frælsið – hamin – og læsa hann í kistuna. Men eftir hetta fór alt at snúgva seg umlykilin og kistuna. Friðurin var úti! Og tá ið høvi beyðst – rímdi Kópakonan.

 

Eins og Kópakonan rýmdi úr Mikladali  – tráar hugurin hjá fólki í dag av bygd í bý,har býarlívið og mongu tilboðini lokka. Hesum tíðaranda fáa vit ikki steðgaðvið at taka frælsið at velja frá fólki eins og bóndin á Sunnanágarði gjørdi viðKópakonuna. Í so máta er einki broytt! – Men júst verkætlanir sum hendan viðstandmyndini, sum verður avdúkað í dag, kunnu vera við til at skapa betri fortreytirfyri, meira lívi í bygdini og oynni allari.

 

Alt gongur jú í eini ringrás!

 

Mong liva í dag í býum fjart frá náttúruni. Hesin livihátturhevur ført við sær ein brennandi longsul eftir upplivingum burtur frá strongdabýarlívinum og nærri náttúrini. Av somu orsøkum síggjast alt fleiri ferðandi íoyggjasamfeløgum sum okkara. Og tað er lítið at ivast í, at ein túrur íKalsoynna, í vøkru og stórslignu náttúruna, er stór uppliving hjá ferðandi.

 

 

Og lítið er at ivist í, at Kópakonan verður ein ferðafólkaattraktión. Vit síggja jú, hvussuleikur fer aðrastaðni: Í New York er Frælsis Gudinnan, í Dublin Molly Malone, íKeypmannahavn Havfrúgvin og nú í Mikladali – Kópakonan!

 

Søgnin um Kópakonuna er eisini ein samantvinnaður partur avbygdarsøgnuni. Vit vita, at hon var matmóðir á Sunnanágarði. Kistan hjá henni erframvegis í bygdini, og tað sigst eisini, at serliga handaliga hegni og hvassa vitiðhjá mikladalsfólki er arvað frá Kópakonuni. Kópakonan er tí ikki bara ein søgn,men ein partur av samleikanum á staðnum, sum ber til at greiða ferðandi frá,soleiðis at vitjanin gerst spennandi og áhugaverd.

 

Við sera flottu og væl frágingnu standmyndini, sum Hans PauliOlsen, myndahøggari hevur evnað til, og sum nú stendur ytst úti á helluni, ernýtt lív blást í søgnina um Kópakonuna, og eru tað fyrireikarirnir avSjómannadegnum, sum hava tikið stig til stórfingnu verkætlanina. Tit eiga rósog stóra tøkk uppiborna – lat ongan iva vera um tað! – Ikki minst teir tríggirí nevndini: Ólavur Samson, Olivur Thomsen og Oliver Joensen, sum í góðumsamstarvi og treysti, hava staðið fyri drúgva, men væla arbeiðnum. – Eisini teimum,ið hava stuðlað og hjálpt til, ynski eg at bera eina tøkk.

 

Kópakonan er aftur á helluni í Mikladali – Hesaferð vildihon treyðugt oman úr bygdini. Ætlanin var at flúgva hana oman við tyrlu, mjørkiforðaði tó hesum. Men tá einir tjúgu mans fóru undir at bera hana oman, lat honsær lynda. – Og nú vænti eg, hon verður standandi.

 

Fari at lata Hans J. Glerfoss, sum legði fyri, eiga seinastuorðini, og bera eina kvøðu til Kópakonuna við yrkingini “Kvinnulyndi”

 

Sum summarnátt og sunnanlot

sum áarrák og alduskot

sum morgunbros

sum íðudrag

sum dúgvutos og veingjaslag.

 

So spøli og so gátuført

so sníkið – á, og snildisstórt,

so snúgvið og so kynsturkátt

sum løkjatos ásummarnátt.

 

Tað voldir og tað nørir sár –

tó uttan tað øll míni ár

eg aldri gæt ein andadrátt,

tí kvinnan er ein summarnátt.

(HansJ. Glerfoss, úr yrkingasavninum Til B, 1966)

 

Takk fyri.



Sí myndir úr Mikladali kl. 11 í morgun HER

Harleywoodpaint