Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Røða hjá Jógvani við Keldu, løgtingsmanni í Bygdahúsinum í Leirvík,tá fyrsta skotið varð latið av í samband við Norðoyatunnilin.: Eitt nýtt samfelag undir uppsigling

John William Joensen

Fyrst takkaði Jógvan við Keldu nevndini fyri Norðoyatunnlinum fyri, at vera biðin um at siga nøkur orð henda stóra dagin, tá fyrsta skotið varð latið av til fast samband um Leirvíksfjørð.

– Eisini er hetta nakað serligt tí, at mínar næstu ættarrøtur – við Keldu – ganga til Leirvíkar og eg sum smádrongur var her hvørja summarferiu.
Samferðsla og samskifti hava átt ein avgerðandi lut í allari menning kring heimin, ferðin á hesum øki seinastu árini kennir ongi mørk.
Hóast hesi fyribrigdi í fleiri øldir eru kend um heimin og veruliga tóku dik á seg seinastu øld, eru ikki hundrað ár farin, síðani verulig samskiftis- og samferðsluátøk settu ferð á í Føroyum.

Tíðin ið fór

Liðin eru heldur ikki 200 ár síðani veruliga jarnbreytin, sum gjørdist sonn samferðslulig kollvelting, varð sett í verk fyrst í Brelandi og í Amerika og síðani aðrastaðni. – Her var talan um skjótleika við ferðslu á landi, hóast hesi í byrjanini kanska lógu niðanfyri 20 km um tíman. – Hundrað ár eru liðin síðan fyrsta flogfarið lætti úr Ohio í USA.
Hóast fyrsta jarnbreytarferjan í Danmark ikki kom fyrr enn í 1872, stendur longu at lesa í 1885 í Dimmalætting ella 13 ár seinni, at ætlan er um at gera fast samband um Oyrasund.
Her gingu 100 ár frá tanka til veruleika.
Tað kann eisini tykjast løgið, at bæði amerikumenn og russar vóru úti í rúmdini, áðrenn brúgvin kom um Streymin, sum samfersluliga var eitt av teimum stóru gjøgnumbrotum í Føroyum.
Men at økt samferðslulig og samskiftisviðurskifti eru gjøgnumbrot og lykilin til alla menning, síggja vit dagliga.
Í seinastu øld elvdi samskifti millum Klaksvíkina, Norðoyggjar og serliga eystursíðuna av Eysturoynni til avgerandi menning í hesum øki av Føroyum. – Tað vóru eitt nú hesi ið samfeld bygdu Klaksvíkar Sjúkrahús fyri góðum 100 árum síðani. – Her var dygt samband ikki minst á vinnuliga økinum á sjógvi sum á landi.
Sum vegagerðir, tunnilsgerðir og brýr komu og gjødu meginoyggjarnar meiri ferðsluvinarligar, vendi Eysturoyggin andlitið meiri móti vestri og til høvuðsstaðin, og vendi alt meiri bakið til Klaksvíkina. – Hetta var ein nátúrligur útviklingur, sum eg ikki ivist í, nú aftur fer at venda, so lutfalsliga dygga samstarvið millum Klaksvíkina og Eysturoynna – hetta sterka økið – aftur gerst nátúrligt og mennandi til fyrimuns fyri alt landið.
Tey mál vit seta okkum, verða ongantíð rokkin, tí so hvørt vit koma til tey, verða tey flutt. – Hetta er tað, ið skapir menning men sanniliga eisini kjak, ósemjur og við hesum eisini semjur og tí framburð.
 
Framtíðin

Longu stutt eftir at Vardø undirsjóvartunnilin í Noregi var liðugur í 1984, var málið um Leirvíksfjørð av fyrstum tíð spakuliga tikið upp í Klaksvíkar Býráði. –Men farið var varisliga fram, eisini tí at vit vitstu, at landsvegir hoyrdu undir Landsverkfrøðingin og Landsstýrið.
Síðani gingu árini 1985 og 86. Men í 1987 varð kallað inn til felagsfund í býráðshøllini í Klaksvík við kommunur í Norðoyggjum. Har var avrátt at senda Føroya Landsstýri bræv um at gera botnkanningar í Leirvíksfirði og projekt av einum tunnli. Farið varð til Noregs at hyggja eftir tunnils-arbeiði saman við verkfrøðinginum Arnfinni Setberg.
Her eigur at vera skoytt uppí, at naka seinni komu Mikkjal Helmsdal, landsverkfrøðingur og Heini Olsen, á fund í býráðshøllini í Klaksvík við allar kommunurnar í Norðoyggjum, har teir løgdu áhugaverdar møguleikar á borðið.
Hetta var ikki bara spennandi tíð á samferðsluøkinum, men eitt minst líka so spennandi orðaskifti tók seg upp millum manna og í fjølmiðlum. – Eg má siga, at eg ivaðist ongantíð í hesi søk.
Tá skotið varð ígjøgnum í Vágum, varð eg spurdur av einum manni í er tætt knýttur at vinnulívinum, sum segði seg ikki trúgva uppá hetta, tá byrjað varð at tosa um tað. Hann sigur: "Trúði tú alla tíðina líka fast uppá hetta, sum tú lætst." Eg svaraði ja, orsøkin til at eg trúði uppá tað var, at eg bara hugsaði søguliga og logiskt. Vit høvdu nógv samband við normenn. Teir fingu sær ferjur og tað gjørdu vit. Normenn gjørdu vegir, so komu vit. Eftir krígslok serliga – kanska inspereraðir av týskinum – bygdu teir tunnlar á landi og eisini brýr, nøkur ár seinni tóku vit táttin upp. Síðani fóru teir undir havið við tunnlum, og hví skuldu vit sum oyggjaland ikki heilt nátúrliga fylgja eftir. Og øll vitstu, at tøknin bara gjørdist betri." – So einfalt var hetta í míni hugsan.
 
Kreppuár og steðgur í arbeiðinum

Nú komu kreppuár, har alt steðgaði upp, og málið sást ikki til at verða uppafturtikið. Tí tók Klaksvíkar Kommuna málið aftur í egnar hendur í 1996 , vit fóru undir nýggja viðgerð av málinum í býráðnum, og settu okkum í samband við stjóran í Svenska Enskildabanken, Jacob Wallenberg og A. P. Møller og Cowi Consult.
Sakførarin hjá kommununi Jógvan Páll Lassen og eg vóru á fundi við teir, við einum projekti, sum býráðsumsitingin saman við øðrum sakkunnleika hevði gjørt, og sum liggur ótrúliga væl í tráð við tað, sum nú fyriliggur.
Teir hildu avgjørt tankan vera sera áhugaverdan og hildu, at vert var at arbeiða víðari við hesum projekti. – Samstundis fingu vit Gisla Gislasson borgarstjóra úr Akranesi til Klaksvíkar, fyri at greiða frá Hvalfjarðar-tunnlinum og allar teir fyrimunir hann fór at hava við sær, fyri at vísa teimum ivandi á hesar fyrimunir. Akranes og Klaksvíkarøkið líkjast sera nógv.
Lat meg skoyta upp í her, at táverandi landsverkførðingur Henning Jacobsen, tók væl ímóti okkum, men dugdi illa at síggja teirra leiklut í løtuni.
Nakað seinni – í 1998 – kemur nýtt landsstýri til, sum setur sær fyri, at bæði Vestmannasund og Leirvíksfjørður skal takast upp til gjølliga viðgerð. – Hesi boð góðu vit so Svenska Enskildabanken og A. P. Møller, at Landsstýrið hevði tikið málið upp, so okkara avtalað varð annulerað, tí vit hildu so mikið av álvara vera í hesum.
Eg fari her at takka bæði Finnboga Arge, fyrrverandi landsstýrimanni í samferðslumálum fyri hansara dygga tátt í hesum arbeiði og ikki minst Bjarna Djurholm, sum yvirtók landsstýrissessin, og gjørdist ein eldsál í hesum máli, sum ongantíð helmaði í, samstundis sum hann hevur sæð sum sína fremstu uppgávu, at reka ein yvirorðnaðan og tiltrongdan samferðslupolitikk. – Eisini fari eg at takka nevndini fyri tunnilin fyri satt avriksverk.
Her kann eg leggja afturat, at tá málið um Vágatunnilin, skuldi setast í verk, samtyktu vit í Klaksvíkar býráði, at fundur skuldi takast upp við kommunurnar í Vágum fyri at greiða teimum frá, at vit vildu skorða undir terirra projekt, so eingin skuldi siga, at av klandri okkara millum, bar ikki til at fáa nakað framt, sum ofta hendir í einum og hvørjum samfelagi. – Hetta samstarv hevur eisini verði fyrimyndarligt.
Tó var harmur um, at hetta varð boðið út, fyri so vítt av nýggjum og tí seinkaði arbeiðinum. Men í longdini er hetta møguliga besta loysnin.
Tá vit síggja, at tað skuldu ganga 100 ár frá tanka til veruleika í Oyrasundi, kunnu vit fegnast um, at tað bert gingu umleið 20 ár frá tanka til veruleika í Leirvíksfirði.
Sum Norðurlandaráðslimur fekk eg høvið til at vera við í einum temadegi í samband við Oyrasundsbrúnna, sum kemur at hava alstóran týdning fyri alt tað økið. Tá segði kendi norski politikarin Torvald Stoltenberg í síni røðu, "Da det er et stort og revolutinoært projekt, er det ofte, at der er få med og mange imod, men da projektet er realiseret, er alle med, og alle har altid været med". – Í so máta, hevur hetta átakið heldur ikki verið nakað undantak.
Tó fari eg at takka bæði klaksvíkingum, norðoyingum og leirvíkingum fyri hvussu væl hesi hava skorða undir hetta megnartiltak. – Eingin ivi skal heldur vera, at ferðslan ígjøgnum Leirvíkarbygd fer at gerast liðilig og góð, sum vit løgtingsmenn eru samdir um.
Samfelagið Eysturoy og Norðoyggjar koma aftur at verða eitt ríkt samstarvsøki. Bæði vinnulívið, miðnámsskúlar, Klaksvíkar sjúkrahús og aðrir stovnar, fara nú veruliga at koma til sín rætt og kunnu virka uppaftur meiri effektivt.
Tunnilin er einki mál í sær sjálvum. Nú byrja avbjóðingarnar frá báðum síðum, og eg ivist ikki í, at sum hesin partur av Føroyum hevur sæð út, fara hesar avbjóðingarnar at verða tiknar í størsta álvara og við góðum og gevandi samstarvsstevi. – Eitt nýtt samfelag er undir uppsigling.
Hjartaliga tøkk fái øll tey, í stóðu saman um hetta stóra málið, sum fer at fáa týdning fyri allar Føroyar.
Gud signi okkara føðiland og veri við fólki okkara á sjógvi og á landi.

Gleðilig jól og takk fyri.

Harleywoodpaint