Fyri nærum 100 árum síðani segði Vladimir Lenin, at eitthvørt monopol syndrast, antin innanífrá ella uttanífrá. Hesi orð vóru bygd á vinnuligar royndir síðani ídnaðarkollveltingina.
Nú er rættuliga langt síðani at Lenin og hansara takagóðs fór “av móta”. Og tá Lenin segði hesi orðini fyrst í 20’undu øld, vóru tey als ikki slóðbrótandi fyri føroyingar, men heldur ein staðfesting av einari sannroynd. Eg skal ikki standa her og pástanda, at Lenin hevði lisið Føroya søgu – men, hálva øld fyri hesi vísdómsorð, varð hitt tunga og køvandi monopolið hjá Einahandlinum í Føroyum syndrað.
At Einahandilin varð tikin av, er helst týdningarmesta hendingin fyri føroyskt vinnulív nakrantíð. Skapanarhugur og ígongdsetaravilji vóru niðurbundin í einahandilstíðini. Og tá monopolið fall, vórðu hesar orkukeldur loystar og kundu nýtast at skapa og byggja upp eitt nýtt handilslív. Handilshús vórðu reist kring landið og góvu gróðrarbotn fyri lokalum útróðri og tilvirkan av fiski, sum kundi seljast av landinum, og við hesum kundi ein útflutningsvinna mennast.
Lítið av pengum var millum vanliga fólkið tá, men handilshúsini fingu við tíðini meira kapital at arbeiða við, og settu pengar í tað vinnuliga virksemið, sum gav mest av sær. Sluppir vórðu keyptar til havfiskiskap og skapanin av Føroyum sum fiskivinnutjóð byrjaði av álvara.
Tætta tilknýti til havið gjørdi tað natúrligt at troyta havtilfeingið, sum gjørdist ikki einans hornasteinurin, men sjálvur grundvøllurin undir okkara búskaparligu menning. Tað er havið og fiskurin framvegis. Men tað er áhugavert at líta aftur til tíðina, tá einahandilin varð avtikin, tí væl ber til at samanbera støðuna tá og nú.
Samfelagið stóð tá fyri sera stórum avbjóðingum, har handils- og vinnulívið skuldi út at vinna nýlendi og ganga vegir, ið vóru ókendir. Spennandi og avbjóðandi, men samstundis ófrættakent og helst ikki so lítið ræðandi. Monopolið – einahandilin – var ein spennitroyggja. Men kortini – tú visti hvat tú hevði, ikki hvat tú fekst. Tí vóru ikki øll fegin um, at einahandilin var avtikin.
Flyta vit okkum 150 ár fram – til dagin í dag – so eru vit aftur stigin um gáttina til kollveltandi broyting og umskipan av samfelagnum og vinnulívinum. Tað tryggja grundarlagið – fiskivinnan – er og fer ikki longur at vera okkara einasta grundarlag. Vit ganga við stórum fetum móti tíðum, har fjøltáttan av okkara samfelagið og vinnuvegum er avgerandi.
Eitt nú síggja vit, at tænastuvinnan er tann vinnan ið veksur skjótast, at vitanargrundað vinna hevur hug og hegni at stinga nøsina fram, eins og kreativa vinnan vísir vilja og evnir at verða við í altjóða høpi. Fleiri dømi eru um, at vit møta nýggjum tíðum við altjóða hugsunarhátti og at kreativitetur og fjølbroytni, sum kveikja nýmenning og framleidni (produktivitet) eru grundin vit í løtuni stoypa undir víðari menningini av okkara samfelag.
Eins og fríhandilin lat upp nøkur stór portur, so letur alheimsgerðin hurðar upp á víðan vegg, so landamørk og frástøður ikki hava somu merking og týdning sum áður. Hetta er ein stór avbjóðing fyri okkara vinnulív og fyri okkum sum samfelag. Men fremst av øllum er hetta ein møguleiki í heilt øðrum vavi, enn vit hava verið von við.
Hugsunarháttur – okkara fokus – hevur avgerandi týdning. Summi fokusera uppá hóttanina frá alheimsgerini. Sama svartskygni, sum vit sóu hjá teimum fáu, ið ikki vildu avtaka einahandilin. Summi síggja ein samandrignan himmal við fáum glottum, meðan onnur síggja eitt opið himnahválv við fáum dimmum skýggjum.
Tað er natúrligt, at broytingar hava rembingar við sær, tí koma vit neyvan uttanum tær.
Men umráðandi er, at vit altíð virka fyri at taka tað jaliga til okkum í hesi áhaldandi tilgongd, sum alheimsgerðin er.
Henda spennandi tilgongd – har vit millum annað orða mál fyri grundarsteinarnar í okkara samfelagi í visjónsarbeiðinum, har vit hava skipað okkum sum felags búskaparøki við Ísland gjøgnum Hoyvíkssáttmálan, har vit politiskt og búskaparligt dagliga stíga longur inn í alheimin – hetta byrjaði veruliga fyri 150 árum síðani.
Tí fegnist eg um hesa merking, sum Landsskjalasavnið í dag skipar fyri. Og eg fegnist um, at ætlanin er at fara út um landið við tiltøkum.
Fríhandilin var eitt lítið fet fyri heimin – helst so lítið at Lenin gamli als ikki ansaði tí. Men fyri okkara land var hetta eitt risa fet.
Vit eru búgvin at taka tað næsta!




