Góðu norðoyingar " eysturoyingar " føroyingar " góða samkoma. Dagurin 29. apríl 2006 er sannur merkisdagur. Hetta er dagurin, tá vit bæði gera hol í sjógvin og hol undir sjógvin.
Dagurin umboðar enn eitt lið í tí menning, sum tók seg upp fyrst í sekstiárunum, tá Føroya fyrsta berghol varð upplatið.
Síðani hava vit skotið mong berghol ígjøgnum, bygt brýr og byrgingar, og nú gera vit eisini tunlar, sum fara undir firðir og sund.
Varðarnir og troddu gøturnar í óbygdum eru ikki longur álitið í okkara sambandi og samskifti, men tæna nú forvitnum ferðafólki. Á sama hátt eru fleiri av týðandi ferjuleiðum okkara eisini vorðnar søga og minni um farna tíð.
Fyri mong var tað til stóra undran, tá farast kundi gjøgnum eitt heilt fjall við bili. Men upp aftur størri var undranin, tá heil bilafylgi hvurvu niður í sundið øðrumegin fyri løtu seinni at koma turrskødd upp aftur hinumegin.
Aftur mugu vit ásanna, at mangt broytist á mansins ævi.
Norðoyatunnilin, sum í dag verður upplatin, er ikki bara tann longsti av sínum slag higartil í landi okkara, men eisini ein miðil, ið knýtir okkara ríkasta vinnuøki at miðøkinum. Tað er tí ikki ov nógv sagt, at Norðoyatunnilin er krúnan á tí mikla samskiftisverki, sum farið varð undir fyri skjótt hálvari øld síðani.
Eitt so stórt framstig sum hetta hevur fyrst og fremst týdning fyri samskiftið millum miðøkið og ytra økið. Samvinna millum miðju og útjaðara fremur ta nýskapan og tann dýnamikk, sum skal til fyri at menna livilíkindini, trivnaðin og framburðin. Og partur norðoyinga hevur ongantíð ligið eftir í hesum samróðri!
Her býr eitt raskt og ágrýtið fólk. Skal eg ditta mær at taka nøkur dømi, so komu nakrir av okkara mætastu trolaraskiparum úr Hvannasundi – nakrir av okkara mætastu vinnulívsmonnum komu hiðani úr Klaksvík ikki minst Kjølbro. Christian Matras, ein av okkara fremstu yrkjarum og málfrøðingum, var viðoyingur. Og ein meginspíri til tann háskúla, sum bar føroyskt mál inn í okkara skúlaverk – Símun av Skarði – kom frá teirri nú avtoftaðu bygdini á Skarði.
Men eisini í dag spretta skapanarevnini í Norðuroyggjum ikki einans innan vinnulív, men so sanniliga eisini á øðrum økjum. Eitt nú hava Klaksvíkin og Norðuroyggjar fostrað fleiri av evnaríkastu tónleikarum og listafólkum, sum vit eiga.
***
Brúgvin um Sundalagið og Vágatunnilin høvdu við sær, at landfast bleiv millum tær tríggjar størstu oyggjarnar: Streymoynna, Eysturoynna og Vágarnar. Við Norðoyatunlinum fáa tríggjar av teimum seks norðastu oyggjasystrunum fast samband við hetta meginøki, sum nú fevnir um umleið 85% av íbúgvum landsins. Eitt slíkt framstig hevur fyrst og fremst tann vinning, at tað skapar eitt flytføri ein mobilitet, sum fatar um allar samfelagsgreinar: vinnulív, handil, búskap, ferðan, heilsu, skúla og mentan.
Til ber at dagføra og víðka hetta undirstøðukervi, so at alt meginøkið tá útoyggjarnar eru undantiknar at enda verður sum ein oyggj. Longu nú røkkur hon úr Gásadali til Viðareiðis. Og vit eru farin at ímynda okkum, at eisini Sandoyggin og enntá Suðuroyggin – um eitt sindur longri tíð – verða knýttar at hesi oyggj. Ovurstóra menningin av okkara undirstøðukervi seinastu 50 árini ger, at vit nú hugsa tankar, sum tá vóru óhugsandi!
***
Framburður er virðisneutralur, meira eitt amboð enn eitt portur til treytaleysa vælferð. Upp við øllum framstigum loðar altíð ein ávís óvissa. Hetta er tó ikki nakar vansi, men heldur tann mótvindur, sum elvir til ábyrgd og ágrýtni. Eins og altjóðagerðin úti í tí stóra heimi tvingar smærri samfeløg og tjóðir til at kýta seg í kappingini, soleiðis er menningin í undirstøðukervinum ein avbjóðing, sum gevur oyggjum okkara ótaldar fyrimunir og samstundis býður teimum mótspæl. Flytførið ger, at arbeiði og vinna øðrumegin og bústaður hinumegin ikki longur fylgjast. Hetta er ein avbjóðing hjá vinnulívinum og tykkum, sum búgva her norðuri.
Virðismesta tilfeingið í hesum dysti er fyrst og fremst menniskjans vit og hugflog. Men eisini tann staðbundni stoltleikin hevur týdning í hesum sambandi, tokkin til eins egna heimstað, medvitið um, at ein hevur nakað at bjóða, sum er øðrvísi, sum eingin annar hevur at bjóða, og sum gagnar heildini. Gagnligast er tann hugsan, sum bæði rúmar heimstaðartokka og dirvinum til at leggja heimsmarknaðin undir seg.
Vit kunnu siga, at vit í dag uppliva eitt slag av einari innantjóða altjóðagerð. Norðuroyggjar og miðøkið verða ein og sami marknaður, har økta kappingin og øktu møguleikarnir koma at seta uppaftur størri krøv um ágrýtni, nýhugsan og dugnaskap.
Men kappingin innlendis skal eisini hava sum mál, at vit styrkja førleikan til at kappast uttanlands.
Tættari samanbindingin av okkara landi fer vónandi at hava við sær, at vit eisini sum fólk kenna okkum at standa sterkari saman, tá tað snýr seg um kapping við okkara kappingarneytar uttanlands. Vit hava heimsins minsta heimamarknað, og tí skulu vit saman bjóða marknaðinum uttan fyri landoddarnar av. Hetta krevst, skulu vit koma í fremstu røð millum heimsins tjóðir.
Kundi betraða sambandið millum oyggjarnar eisini ført til minni sundurlyndi og meira samanhald millum okkum føroyingar, so var nógv vunnið.
Eins og eg fegnist um, at Norðuroyggjar nú hava fingið fast samband til meginøkið og ágóðan av hesum framstigi, fegnist eg eisini um, at tit kunnu koma suður við fullari tægu av øllum tí, sum tær seks oyggjarnar við Klaksvík sum miðdepli hava at bjóða av vinnuligum og mentanarligum slag.
***
Væl verja borð móti báru,
bróta enn brot um fjørð,
og stormarnir, beisku og sváru,
skræða upp brúnan svørð.
Berjir og beljar um Nakkin,
rýkur og fýkur um stavn;
um Kunoyargalv og um Klakkin
sigla stór skip og smá skip í havn.
Soleiðis yrkti Hans Andrias Djurhuus, tá Klaksvíkar havn varð vígd í 1937.
Jú, víst er mangt broytt síðani tá.
Longu tá var Klaksvíkin høvuðsstaður í Norðuroyggjum, eins og hon hevur verið til dagin í dag. Men nú verður Klaksvíkin av álvara næststørsti býur í Føroyum við øllum teimum møguleikum og avbjóðingum, sum tað hevur við sær.
Onkur hevur sagt, at í lívinum hjá einum menniskja eigur at vera ein dagur, tá tað – og bara tað – er miðdepil. Tað sama kann verða sagt um eina oyggj ella ein landspart. Norðoyingar hetta er fyrst og fremst tykkara stóri dagur! Og vit øll fegnast saman við tykkum.
Vegna Føroya Landsstýri og Føroya fólk: Hjartaliga tillukku!
Jóannes Eidesgaard, løgmaður




