Vit eiga at staðfesta, at sjúklingurin ella tann veiki er ongantíð ein trupulleiki.
Hesin eigur altíð hægstu raðfesting, tí "skjót hjálp er dupult hjálp".
Tað er eingin ivi í, at málið um trivna og heilsu er ein avgerandi táttur í lívinum hjá okkum øllum. Fyrr ella seinni í lívinum koma vit øll at kenna beinleiðis og óbeinleiðis hvussu tungt tað er, tá heilsan svíkir, tá trivnaðurin hevur hjálp fyri neyðini ella, sum so mong av okkara meðborgarum hava kent, at tey ella teirra vórðu fødd við likamligum ella sálarligum breki ella við menningartarni.
At hetta er ein avgerandi táttur og er raðfest høgt, kemur týðiliga til sjóndar í løgtingsfíggjarlógini, har yvir 53% ella 1,7 milliard krónur av eini samlaðari játtan uppá 3.2 milliardir fer til hesi endamál.
Ymist er, sum skipanirnar í ymisku londunum verða lagdar til rættis, tað kann vera undir almennari skipan, sum tað er her hjá okkum, ella undir privatari. Hvørja leið vit so velja, skal peningur til og nógvur peningur. Her skal eisini dugnaligt fólk til við bæði ábyrgd og hugsjónum.
Virkar tað nógv væl
Hóast tað, so tykist sum um, at sera trupult er at vinna á okkara fløktu skipanum. Summi kenna seg sviknan, onnur renna seg fastan í skipanini, nøkur fáa seint svar, meðan aftur onnur ikki fáa nakað svar.
Tí er umráðandi fyrst og fremst at staðfesta, at hvørki sjúklingurin ella tann, ið føddur varð við breki, er trupulleikin. Hesin eigur altíð hægstu raðfesting, og skjót hjálp er dupult hjálp.
Hvar er so trupulleikin?
Okkara skipan er løgd soleiðis tilrættis, at vit hava eitt lóggevandi vald, sum er løgtingið, annað er útinnandi valdið, sum liggur í landsstýrinum, og triði parturin er tænastustovnurin, sum kann vera Almannastovan ella aðrir stovnar undir annað hvørt Heilsumálaráðnum ella Trivnaðar- og almannaráðnum, sum hevur beinleiðis sambandið við fólkið, og skal fremja tænastuna í verki.
Tað er í onkrum av hesum pørtum, at trupulleikarnir stinga seg upp.
Lógarbroytingar, evni
og dugnaskapur
Vit kunnu taka eitt dømi um, t.d., tá ein lóg kemur úr landdsstýrinum, verður løgd fyri tingið, eftir at hon saman við embætisverkinum er evnað til. Hon fær eina fyrstu viðgerð, verður síðani beind í nevnd. Undir nevndarviðgerðini kann henda, at hon, eftir at ymiskir stovnar og kanska áhugafegløg hava úttala seg um hana og gjørt sínar viðmerkingar, verður soleiðis tandlað, tambað og toygt, at tá hon verður endaliga samtykt, ikki kann brúkast til nakað, og verður vónleys at umsita. Hetta kann kanska líknast sman við eitt "multitól" sum vit onkutíð síggja t.d., tá ein hamari eisini skal vera skrúvublað, klíputong o.a., Men ikki kann brúkast til nakað. Hetta kemur illa við hjá teimum, sum dagliga skulu umsita hana.
Tað kann eisini vera, at landsstýrisfólkini ikki hava orku ella evni til at umsita, tað teimum er litið upp í hendur og ikki hava honds- og hevdsrætt á tænastustovnunum.
Ella í triðja lagi, at okkara umsitingarveldi ikki hevur orku, evni ella leggur nóg dygga herðslu á at avgreiða málið, tí tað ikki endiliga rakar tey.
Hetta kann tykjast eitt sindur hart sagt. Men neyðugt er við dyggiligari broyting.
53% fara til
Almanna- og heilsumál
Nú havi eg rættiliga nógv við ungfólk at gera. Eg plagi at siga við tey, tá eg undirvísi teimum, at "tað nyttar ikki at hava eina góða peru, um ikki hjartað fylgir við, líka so lítið tað nyttar at hava eitt gott hjarta, um peran ikki er har".
Finn Kamper-Jørgensen nevndi í fyrilestrinum ígjár, at, "tað nyttaði einki at koma við einum fínum uppskotið, uttan at tú hevði politisku skipanina við tær, líka lítið, sum tað nyttaði at siga fólki nakað, um tú ikki fekk tey við".
Fyri kortum las eg eina áhugaverda grein um danska Team-Danmark og tilsvarandi norska olympiska baklandið. Fyri at siga tað í stuttum, so vísti greinin á, at Team Danmark hevði ikki færri enn 43 fólk í starvi, men fingu bert okkurt hendinga heiðursmerki, men bóðu um meiri pening, meðan norðmenn høvdu 7 fólk í arbeiði og lógu sum nummar 3 á heiðursmerkjalistanum.
Føroyska Heilsu- og almannaverkið fær yvir 53% av fíggjarlógini, meðan tilsvarandi danska liggur niðri á 51% og Noreg liggur heilt niðri á 40%. Norðurlondini liggja annars nokk so jøvn.
Eg veit væl, at ikki í øllum førum kunnu hesi tøl heilt neyvt sammetast, tí okkurt verður øðrvísi gjørt upp, og at OECD hevur seinastu árini roynt at fingið ein meiri einsrættaða skipan til samanbergingar í hagtølum.
Hinvegin haldi eg, at allir partar hava gjørt sær greitt, og tað haldi eg eisini kom týðiliga er komið fram, tí eingin hevur nevnt eitt orð um kostnaðin, at meiri peningur lutfalsliga av fíggjarløgtingslógini verður ikki játtaður. Og ein meirjáttan og ein lutfalslig øking á hesum øki, kann ryggbróta samfelagið búskaparliga.
Altíð hægstu hjálp.
Eftir fyribilstølunum hækkar fíggjarlógin við 400 mill. krónum. frá 2001 til 2003. Av hesum fáa Almanna- og Heilsumál 200 mill. krónur, t.v.s. helmingin. Útbúgving og gransking 100 mill. krónur og síðani verða 100 mill. krónur eftir til alt hitt.
Tað eigur at vera umsitið soleiðis, at tey veikastu og tá tað stendur um lív, altíð skulu fáa hægstu hjálp. Uttan at neyðugt verður at biðja um eykajáttan.
Lat meg leggja afturat, tá fjølmiðlar okkara viðgera ávís mál eitt nú yvirtrekk hjá almanna- og heilsustovnum eg veit ikki um tað kann vera av gegnistrupulleikum at teir ferð eftir ferð siga, at: "Nú skal aftur sparast tann og tann upphædd hjá heimarøktini. Nú skal landssjúkrahúsið aftur spara ta og ta upphædd.
Eg havi fleiri ferðir sagt okkara fjølmiðlafólkum at: "Her er ikki talan um sparing, men her er brúkt ov nógv". Jú so í øðrum førum, tá fara tey eftir onkrum og greiða frá, at "nú hevur tann og tann stovnur aftur brúkt ov nógv". Fjórða statsmaktin átti eisini at víst størri ábyrgd og ansni í tíðindaflutninginum.
Dyggiligur tørvur
á nýhugsan
Skal eg taka saman um, so verður neyðugt:
at hugsa nýtt tað er ikki lætt at arbeiða yvir mørk, so, at tað ikki sum nú, eru fleiri "kongaríki", sum tá tað hóvar teimum at taka sær av einum máli, at stovnarnir stríðast um at viðgera tað og einki hendir. Ella tá eitt mál er av vánaligum áhuga, at hvørki av "ríkjunum" vil taka sær av tí, og fólkið dettur niður ímillum. at politikarar taka lógarbroytingar í nógv størri álvara, og at útinnandi valdið í nógv størri mun leggur herðslu á tænastustovnarnir gera sítt arbeiði væl og virðiligt, so tað kemur teimum veiku til góðar.
at útlendskt samstørv í nógv størri mun verða fingin til vega,
at okkara lógir verða tilevnaðar til okkara 47.000 íbúgvar, og ikki bara verða tengdar ov nógv at donskum lógum. .- Tí Danmark er einaferð 100 ferðir størri enn vit, hóast tað er eitt lítið samfelag.
at vit bæði politikarar og tænastustovnar – viðgera tey veiku og brekaðu, sum um tað vóru vit sjálvi
at neyvari samstarv verður millum kommunur og landið, nú annað uppbýti verður framt.
Her skal veruligt arbeiði til.
Vit hava ráð til at taka okkum av teimum veiku og sjúku. Men vit hava ikki ráð til eina ov stóra og fløkta umsiting. Vit skulu minnast til, at dugnaligt fólk skal til fyri at fremja øll hesi mál.
Vit skulu leggja okkum í geyma, at peningaríkiligheitin klekir sjáldan nýggj hugskot.
Eg fari til seinast at takka fyrireikarunum fyri hesa ráðstevnu, sum eg ikki ivist í, fer at geva afturljóð, onkrum nakað og øðrum meira.
Heimasíðan:
www.get.to/keldu
Teldupostur:
keldu@post.olivant.fo




