Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Røðan hjá Bjørn Kalsø

(Hannefía Joensen)

Røða hildin av Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, á Føroya Sjómannadegi í Klaksvík 18. august 2007

Tað er mær ein stórur heiður at fáa høvi at seta Tann Føroyska Sjómannadagin. Fyri tveimum árum síðan, og í fjør, fekk eg høvi at seta ávikavist Føroya fyrsta og næsta Sjómannadag, og aftur í ár havi eg fingið høvi at seta triðja Sjómannadagin. Hetta eri eg sera fegin um.

Haldi eisini, at tað hevur stóran týdning, at umhvørvið her, við egningarskúrarnar á Stongunum, sum hevur havt og framvegis hevur so stóran týdning fyri lokalsamfelagið her norðuri, og býurin, sum hevur so stóran búskaparligan týdning fyri landið alt, er karmur um Sjómannadagin.
Hans J. Glerfoss sigur í einum av yrkingum sínum “Yrking um lívið”:
“Eg veit eina yrking so vakra um lívið og álvara tess,
hon kann ikki sigast í orðum og kann ikki festast á bløð,
men stendur í bergum og skorum,
og uppslitnum lunnum á støð”.

Fyri ikki so langari tíð síðan vóru børnini og ungdómurin meira við í tí, sum tey vaksnu fingust við. Sjógvurin og tað, sum í honum er, útróður og sjólívið annars, var tá ikki so fremmant fyri unga ættarliðið, sum nú. Tí eiga fyrireikararnir rós uppiborið fyri, at teir við Sjómannadegnum og fjølbroyttu skránni ítøkiliggera nógv av tí, sum fyrr var ein sjálvfylgja hjá einum og hvørjum, men sum nú er við at fara í gloymskuna.

Sjómannadagurin kann á henda hátt eisini sammetast við bjørgini, skorarnar og uppslitnu lunnarnar á støð, sum siga meira um søguna, lívið og framtíðina enn orð søgd á manna munni ella orð fest á bløð, soleiðis sum yrkjarin tekur til.
Góðu fiskimenn, sjómenn og øll sum eru savnað á hesum triðja Sjómannadegi føroyinga.

Góðu fiskimenn, sjómenn og øll sum eru savnað á hesum triðja Sjómannadegi føroyinga.

Tað er mær ein heiður og gleði aftur í ár at bera fram nøkur orð í samband við árliga Sjómannadagin her í Klaksvík, og á tann hátt geva mítt íkast til at mynda dagin. Hetta er sum sagt triðju ferð, at eg átaki mær hesa uppgávu, og tað kennist sum ein æra helst tí, at eg kenni, at í hesi støðu komi eg mínum málsøki nær og ferðist millum fólk hendan dag, ið hava sína dagligu gongd innan tað málsøki, sum eg umsiti, nevniliga fiski- og sjóvinna.

Søguliga, so hevur kjarnuvirksemið í fiski- og sjóvinnu okkara verið sjálv veiðan og tað virksemi, ið beinleiðis kann setast í samband við hana, nevniliga sjálvur fiskiskapurin. Hetta virksemið hevur havt alstóran týdning fyri samfelag okkara, bæði við atliti at evnum at skapa virksemi og arbeiðspláss, men eisini við atliti at búskaparliga grundarlagi okkara.

Vit kenna øll tann veruleika, at hóast nýggjar vinnur vera partar av okkara samfelag sum frá líður, so er støðan framhaldandi hon, at vit eru eitt samfelag, sum er sera nógv bundið avinnflutningi í dagliga yrki okkara, og at hesin innflutningur í størstan mun verður fíggjaður av vøruútflutningi okkara, sum er fiskur og fiskaúrdráttir.
Góðu sjófólk! Virðini sum tryggja innflutning okkara, tey skapa tit í størri mun enn nakar annar, og tit eru tann mest týðandi liðurin í búskaparmynd landsins, sjálvt um tit eru fá og ikki so sjónlig í dagligu samfelagsmyndini.

Júst av hesi orsøk kemur sjómannadagurin til sín rætt, og tað frøðir meg, at hesin dagur setur tykkum sjófólk í ljósið, sum tit so avgjørt hava uppiborið. Dagurin skal tó vera nakað meira enn at seta ein ávísan samfelagsbólk í ljósið, hann setur eina vinnu í ljósið, hann skapar virðing um vinnuna og ikki minst, hann styrkir bond – bæði millum fólk innanhýsis í vinnuni og fólk uttanfyri hana. Hesi bond styrkja felagsskapin og møguleikarnar hjá okkum øllum at taka felags tøk og skilja hvønn annan.

Eg nevndi í innleiðslu míni, at sjálvur fiskiskapurin kann tulkast sum kjarnan í sjó- og fiskivinnu okkara; og rætt er tað.

Nútíð, framtíð, altjóða samfelagið við meira krevja tó øll, at sjálvur fiskiskapurin kann ikki standa einsamallur í samlaðu vinnuni; tað vera sett fleiri krøv til vinnuna og okkum øll, sum varða av henni. Hetta eru krøv, sum onnur seta okkum ella krøv, sum vit seta okkum sjálvum. Dømi um slík krøv eru:
• Betri vinnutól
• Betri skúling
• Betri eftirlit
• Betri trygd
• Heilsa
• Leiting og bjarging
• Og altjóðagerð
Øll hesi nevndu øki vera ein týðandi partur av vinnu okkara í framtíðini, og tískil fær hetta raðfesting innan politiska leikpallin longu í dag. Tað skal vera mín vón, at tit sum luttaka í vinnuni eisini viðurkenna, at hetta verður ein natúrligur partur av vinnuni, sum styrkir hana, heldur enn at hetta skal kennast sum ein hóttan.

Eg loyvi mær at nevna nøkur ítøkilig politisk stig, sum eru tikin seinatu tíðina, fyri at styrkja okkum innan nøkur av nevndu økjum og harvið evnum okkara at taka ímóti framtíðar krøvum.
• Møguleikarnir at styrkja altjóða skipaskráseting í Føroyum eru mentir.
• Eftirlit við skipum og bátum verður týðandi krav til okkum sum siglandi tjóð í framtíðini. Tískil er Skipaeftirlitisstovnurin, ið hevur ábyrgdina av hesum eftirliti, styrktur við størri játtan og betri skipan við mannagongdum, sum arbeiðið er grundað á.
• Tekniska útgerðin til tele- og radiosamskiftið í samband við leiting og bjarging er nútímansgjørd og betrað fyri 10 tals milliónir seinastu tvey árini.

Tey nýggjastu tiltøkini eru júst innan trygd hjá sjófólki okkara. Verklagslóg verður ætlandi løgd fyri Løgtingið ein av fyrstu døgunum, sum hevur til endamáls at føra hugskotið um bygging av eini nýggjari trygdarmiðstøð her í Klaksvik út í lívið. Nýggja trygdarmiðstøðin hevur til endamáls at styrkja um tænastupartin hjá núverandi trygdarmiðstøð, men hon skal eisini geva møguleikar fyri at menna arbeiðið innan trygd á sjónum sum heild, samstundis sum møguleikin stendur opin fyri at samskipa arbeiðið á miðstøðini við annað viðkomandi virksemi.

Fyrireikingarabeiðið til nevndu verkætlan er komið langt áleiðis. Kostnaðurin er mettur til smáar 40 mió. kr.
Kæru áhoyrarar !

Eg vil enda míni orð við at frambera eina hjartans tøkk til tey, ið hava tikið stig til fyriskipan av hesum degi. Tit fyrireikarar hava tikið eitt stórt og týðandi tak. Dagurin er sermerktur, tann einasti av sínum slag í Føroyum, og hann hevur harvið sítt serskilta, sjónliga pláss. Dagurin knýtir bond. Dagurin styrkir vinarløg. Dagurin tryggjar virðing fyri ávísum vinnubólki. Ein virðing sum tit – sjófólkið – hava uppiborið í fullan mun.

Eg vil ynskja øllum tykkum ein góðan sjómannadag og sjófólki okkara: góðan byr og Harrans signing.
Við hesum fátæku orðum lýsi eg Sjómannadagin 2007 at vera settan.

Bjørn Kalsø
landsstýrismaður