Bergur í Garði sigur at Norðoyatunnilin er nokk tann størsta einstaka verkætlan sum er framd á landi í Føroyum.
Røða hildin við móttøkuna í bygdarhúsinum í Leirvík 18. desember 2003 í samband við 1. skotið í Norðoyatunnilinum:
– Eg skal vegna leiðsluna í P/F Norðoyatunnilinum ynskja tykkum øllum vælkomnum og takka fyri, at tit ómakaðu tykkum at verða saman við okkum, nú vit markera, at vit av álvara fara undir sjálvt arbeiðið við Norðoyatunnilinum.
At komið er so langt kunnu vit fegnast um. Hetta er eitt stórt tak, ið verður tikið og sum fer at hava við sær eina stóra broyting á samferðsluøkinum serliga fyri Norðoyggjar.
Eg skal nýta høvi til at takka øllum góðum kreftum, ið hava lagt lunnar undir hesa verkætlan. Eg hugsi her serliga um ta breiðu politisku undirtøku, ið verkætlanin hevur við anlegglógini løgtingið samtykti í mars 2002. Hon er sjálvt grundarlagið undir fremjanini av Norðoyatunnilinum.
Takk til Íleggingargrunnurin , ið hevur átikið sær bæði byggifígginga og ta endaligu fíggingina av verkætlanini og annars tøkk til øll tykkum mongu, sum hava tikið lut í tí umfatandi fyrireikingararbeiðinum, ið er neyðugt at fáa frá hondini, tá talan er um eina slíka stóra verkætlan.
Hetta er ein stór verkætlan ja nokk tann størsta einstaka verkætlan sum er framd á landi í Føroyum.
Tunnilin, ið spreingjast skal ígjøgnum tey komandi 1½ – 2 árini er 6,1 km til longdar. Breiddin á tunnilinum verður 10 m við eini 7 m breiðari koyribreyt. Vit skulu á veg til Klaksvíkar spreingja okkum 150 metrar undir sjóarmálan. Umframt sjálvan tunnilin eru 800 metrar av vegi Leirvíksmegin og 600 metrar av vegi við Borðoyavík partur av verkætlanini.
Eg haldi at eg kann loyva mær at siga vegna øll tey sum eru tengd at verkætlanini, at sjálvt um vit hava roynt hetta áður í samband við Vágatunnilin, so hava vit øll eina stóra respekt fyri uppgávuni. Tað er ikki vorðin rutina at gera undirsjóvartunnlar í Føroyum. Vit bjóða náttúrukreftunum av og tað er ikki gamansleikur.
Tað er tí av alra størsta týdningi at trygdin undir arbeiðinum verður raðfest høgt, soleiðis at sleppast kann undan menniskjaligum kostnaði av arbeiðsóhappum og vanlukkum. Hetta liggur leiðsluni tungt á sinni. Eg veit at arbeiðstakarin er samdur í hesum.
Samarbeiði er lyklaorðið undir einari og hvørjari væleydnaðari verkætlan. Norðoyatunnilin er einki undantak í so máta. Eg skal tí vegna leiðsluna í Norðoyatunnilinum heita á øll tey mongu, sum á ein ella annan hátt verða tengd at verkætlanini tey komandi 3 árini um eitt gott samarbeiði. Tað verður seg arbeiðstakarar, arbeiðsfólk, myndugleikar, ráðgevarar, tænanstuveitarar og annars tey lokalu her á staðnum og Borðoyamegin.
1. skotið er latið av. – Eitt spennandi arbeiði liggur fyri framman. Góðan arbeiðshug og góð jól !
Takk fyri




