Borgarstjórin segði í røðu síni at endamálið við tiltakinum Ársins Rósa, er at varpa ljós á tað góða
Røðan, sum borgarstjórin helt, i samband við tiltakið Ársins Rósu:
Vegna nevndina, sum hevur tikið avgerðina, og vegna Klaksvíkar Býráð skal eg fyri fyrstu ferð kunngera í Klaksvík.
Eg eri ógvuliga fegin um, at hetta gjørdist veruleiki, tí vit eru ofta so skjót við tí illa og mangan heldur sein við tí góða.
Hetta tiltakið hevur bert hetta eina endamálið: .
Um jólahøgtíðina síggja vit ymiskt, ið verður gjørt sjálvboðið, og mong eru tey, sum á ymsum økjum taka hond í.
Vit gleðast um tað, og nógv av hesum sæst ógvuliga væl.
Men tað eru eisini menniskju okkara millum eisini her í lokalsamfelagnum sum í dagligdegnum árið runt veita ymiskar tænastur til teirra, sum hava tørv fyri neyðini.
Vit síggja tey ikki frammi í fjølmiðlum, men tey gera sín gerning trúføst, stillisliga og uttan at gera nakra háva burtur úr sær sjálvum ja, nógv verður gjørt í tí dulda fyri almenninginum, og í fleiri førum eru tað bert tey, ið fáa teirra hjálp, sum vita, hvørji hesi hjálpsomu eru.
Sum kunnugt, er eitt spildurnýtt tiltak, ið nú fyri fyrstu ferð verður roynt.
Hugskotið eigur Niclas Heri Jákupsson.
Eg takki Niclasi fyri hansara positiva og skapandi arbeiði her í lokalsamfelagnum, sum hetta jólaskipatiltakið eisini er eitt dømi um hetta sum í dag verður kopierað av øðrum býum í Føroyum.
Takk, Niclas.
Vit í nevndini fyri tiltakið fegnast um tey mongu uppskot um persónar at fáa rósuna, sum eru komin okkum í hendi, og tá vit í eitt lítið mát sóu, hvørji hesi eru, vakti hetta kenslur í okkum.
Eisini vil eg nýta høvið at takka teimum fyritøkum v.m., sum hava givið til , ið nú skal handast.
Túsund takk fyri tað.
Vit hava hugt at øllum teimum innkomnu uppskotunum, ið fevna um bæði kvinnur og menn.
Út frá mongu uppskotunum er tað lætt at finna persón, ið hevur uppiborið at fáa heiðurin , tí teir eru fleiri, bæði kvinnur og menn.
Øðrvísið og verri er at sortéra teir uppskotnu persónarnar frá, sum ikki í hesum umfari fáa heiðurin. Tað verður jú bara ein rósa givin hvørt ár.
Nevndin er samd um persónin, sum í ár verður útnevndur til at fáa hetta serstaka herðaklappið.
Eg fari nú at lesa upp ein part av teimum góðu orðunum, sum hesin persónur hevur fingið frá ymiskum fólkum.
Men áðrenn eg byrji at lesa burtur úr viðmælunum, so haldi eg, at tað er hóskandi at minna okkum øll á, at teir persónar, sum fáa hetta herðaklappið, ikki sjálvir hava biðið um tað. Teimum dámar kanska ikki eingang at fáa nakran heiður. Nei, hetta eru persónar, sum onnur ynskja at heiðra og geva eitt herðaklapp.
Ummælini, sum eg fari at lesa upp, hava styrkt nevndina í avgerðini, at tað í ár skuldi verða hesin, og eg rokni eisini við, tá eg havi lisið tey upp, at flestu av okkum skjótt verða samd við okkum í, at valið ikki er av leið.
Um hendan persónin verður m.a. skrivað, at , verður skrivað í eini innstilling, har fleiri á einum arbeiðsplássi skrivaðu undir.
Í eini aðrari innstilling, har eisini fleiri skriva undir, verður m.a. skrivað, at tey vilja mæla til at hesin .
Ein annar skrivar, at hesin persónurin altíð er
Ein onnur innstilling ljóðar, at hesin persónur .
, sum , skrivar ein annar.
Eitt annað brot ljóðar, at hesin persónurin .
Og meir afturat: Hesin persónurin .
Hesi ummælini, eg her havi siterað brot úr, eru komin frá ymiskum fólkum á ymiskum støðum her í lokalsamfelagnum, men eg fari til seinast at sitera ein, ið stendur hesum persóni nær, sum m.a. skrivar, at .
Eg fari at biðja KARL JOSEPHSEN um at koma higar at taka ímóti heiðurinum og herðaklappinum .
Hjartaliga tillukku, Karl.




