Hevði ein uppteljing verið gjørd av, hvussu nógvir dreingir og gentur hava staðið her so trúføst og egnt, høvdu vit skjótt komið uppá eitt rættuliga høgt tal, ja, onkur hevði verið púra bilsin, segði borgarstjórin tá hann avdúkaði standmynd á stongunum
Røðan:
Góðu øll tit sum eru komin saman her í morgun og tit gestir, hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar.
Hetta er fyri mongum ein sjáldsamur dagur, nevndur sjómannadagur, men fyri okkum, sum búleikast her, kunnu vit siga, at tað er næstan sjómannadagur hvønn dag, tí "Bátar stevna út, og onnur stevna inn" hvønn einasta dag her.
Klaksvík er jú Føroya stórsti fiskivinnubýur, og hjá tykkum útróðrarmonnum og egnarum er hetta tykkara tilhaldsstað.
Meðan arbeitt verður, og menn koma framvið, verður tosað um veður, vind, streym, fiskiskap og so mangt annað, sum bert tit sjálvir best vita.
Áðrenn eg gloymi tað, ynski eg at takka tykkum fyrireikarum fyri hetta megnar tiltak. Ein serlig tøkk til Niclas Hera Jákupsson, sum er upphavsmaðurin til hetta hugskot. Gott at býurin er ríkaður við slíkum fólkum, tí tað ger, at í Klaksvík er lív í – tøkk til øll, sum hava stuðlað sjómannadegnum.
Sjálvandi hoyrir sjómannadagurin heima í Klaksvík, og vónandi er er hetta startskotið til eitt afturvendandi tiltak, sum fær høvi til at menna seg til fast tiltak fyri allar føroyskar sjómenn og onnur við.
Tá eg nú havi fingið henda heiður at avdúka hesa standmynd, kann eg ikki lata verða við at hugsa um allar tær útróðrarhetjur, sum virkaðu her undir nógv vánaligari umstøðum enn nú. Men tíbetur eru tit so mangir, sum hava gingið í fótasporum teirra, og tí er henda vinnan ikki dottin niðurfyri, hetta hevur havt og hevur ómetaligan týdning fyri henda stað.
Her fáa ungir dreingir og gentur upplæring í egning, samstundis sum nakrar krónur verða tjentar. Nógvir av hesum egnarum eru blivnir rættir sjómenn, meðan onnur hava leita sær aðrar vegir, men flestu mugu minnast við gleði aftur á egningina á Stongunum og aðrastaðni kring vánna.
Hevði ein uppteljing verið gjørd av, hvussu nógvir dreingir og gentur hava staðið her so trúføst og egnt, høvdu vit skjótt komið uppá eitt rættuliga høgt tal, ja, onkur hevði verið púra bilsin.
Eg ynski, hóast tað kanska er óneyðugt, bert at minna á, at henda standmynd sum nú verður avdúkað, hevur í sær sjálvum ikki petti gjørt til nyttu, men hon fer at avmynda eina ógvuliga lívliga vinnu, eina stætt, nøkur menniskju, sum ikki hava ligið á lætu síðu, men hava slitið í tí fyri at lívbjarga sær og sínum.
Henda standmynd kemur eisini at minna okkum á eina tað týdningarmestu súlu í lokalsamfelag okkara.
Tøkk til Archibald Black og Ólav Samson, sum hava tilevnað hesa myndina.
Ongin gáva uttan ein gevara. Tað er Kl. Útróðrarfelag, sum hevur givið hesa standmyndina til býin. Eg vil vegna býin takka útróðrarfelagnum fyri hesa gávu og fyri tað arbeiðið, sum felagið og limir tess gera fyri samfelagið.
Við hesum orðum verður standmyndin avdúkað.
Latið okkum øll rópa hurrá fyri fiski- og útróðrarmanninum.




