Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rodrigo aftur bláur og hvítur

Jákup Ósá

Brasiliumaðurin hevur vant við KÍ eina tíð og nú er sáttmáli undirskrivaður millum Rodrigo Silva og KÍ

Tað flýtur ikki yvir við álopsleikarum í KÍ og felagið hevur í hesum sambandi haft ein gamlan kenning til royndarvenjing seinastu dagarnar. Rodrigo Silva leikti fyri KÍ í 2008 og gjørdi hann 11 mál í 23 Effo-dystum.

Nú 6 ár seinni er Rodrigo blivin 31 ára gamal og útfrá venjingunum sæst at hann ikki hevur mist sínar álopsdygdir, tó at hann er nakað aftanfyri hinar KÍ leikararnar í venjingarstøðu.


Gott alternativ til álopspartin

Formaðurin Tummas Lervig fegnast um at hava knýtt Rodrigo til KÍ hópin

– Vit ynsktu at síggja hvussu hann er fyri og um hann kundi gera ein mun. Vit hava valt at gjørt hetta, tí vit halda, at liðinum manglar alternativir í álopspartinum. Páll Klettskarð hevur gjørt tað framúr gott og vit meta at við bæði Páll og Rodrigo, so er KÍ væl fyri í álopspartinum til eitt langt kappingarár.


Venjarin fegnast

Eisini høvuðsvenjarin Eyðun Klakstein er fegin um nýggja kortið hann hevur fingið í sína hond.

– Rodrigo er ein góður álopsleikari sum eisini kann spæla á kantinum. Hann hevur eginleikar, ið fara at styrkja okkara álopsspæl.

Rodrigo er fegin og spentur um møguleikan aftur at leika í KÍ blusuni.

– Eg eri sera glaður fyri at verða KÍ leikari aftur og eg vóni at kappingarárið verður enn betri fyri meg enn síðst eg var her. Hetta er ein góður møguleiki at vísa KÍ viðhaldsfólkunum, sum altið hava stuðla mær og liðinum, at vit kunnu fáa eitt gott kappingarár. Eg vóni at viðhaldsfólkini fara at njóta árið í ár.