Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rodrigo givin í KÍ

Jákup Ósá

Rodrigo Silva hevur spælt sín seinasta dyst fyri KÍ.

Frá KÍ frætta vit, at samstarvið millum Rodrigo og KÍ er steðgað. Rodrigo hevur spælt við í 17 dystum í ár hjá KÍ. Í teimum 901 minuttunum hevur hann skorað 4 mál og lagt upp til 2 mál. Men seinastu dystirnar hevur Rodrigo mist plássið á liðnum og seinasta dyst var hann als ikki í hópinum, men spældi við næstbesta liðnum. Frá KÍ fáa vit eisini upplýst, at felagið vil takka Rodrigo fyri tíðina, og ynskir felagið honum alt tað besta í framtíðini.