Tær komandi tríggjar vikurnar fer Rógvi á “leikferð”, við søguni um “Slóknar sólin?”.
Tær komandi tríggjar vikurnar fer Rógvi á “leikferð”, við søguni um “Slóknar sólin?”.
Í samband við sólarmyrkingina 20. Mars, ynski eg at vitja barnagarðar og stovnar í øllum landinum við søguni um “Brand, ið heldur at sólin slóknar”. Á ein øðrvísi og stuttligan hátt, verða børnini undirhildin samstundis, sum tey læra eina rúgvu um sólarmyrkingina.
Við at brúka hattar, brillur o.a. gerast persónarnir í søguni livandi hjá børnunum. Umframt at læra um sjálva sólarmyrkingina, so verða børnini eisini kunnaði og mint á týdningin, av at verja eyguni við røttum verndar brillum. Søgan er ætlað barnagarðs- , forskúla- og frítíðarskúlabørnum, og tekur 25-30 min at siga frá.
Orsøkin til, at eg geri hetta, er tí eg haldi, at tað hevur stóran týdning, at fyrireika børnini til hesa “once in a lifetime” hendingina. Sólarmyrkingin er eitt fyribrigdi, ið ikki hendir serligani ofta – seinastu ferð var í 1954, og tað eru nøkur hundrað ár til næstu ferð. Eg eri vísur í, at øll gera sítt besta til at fyrireika børnini til sólarmyrkingina, og eg vil gjarna hjálpa til við søguni um Baldur, sum heldur at sólin slóknar.
Eg vóni við hesi leikferð, at øll børn í Føroyum skulu hava møguleikan at síggja, hvussu serligt hetta fyribrigdi er, og hvussu serlig vit øll eru, við at verða til akkurát nú – og betra um upplivingina 20. mars.
Vónandi verður tikið væl undir við verkætlanini, og eg ætli at koma so víða um sum gjørligt, og tí vóni eg at nógvir stovnar bjóða mær ein túr forbí til ein “sólarmyrkingar dag”.




