Brennivín og onnur rúsandi evnir hava eina merkuliga ávirkan á menniskju, hetta er ikki neutral evnir, men annahvørt minkar forbrúki (sjálvsamt)…… ella veksur tað (vanligt), skrivar Rógvi m.a. í persónliga vitnisburði sínum a nýggju heimasíðuni.
Rógvi Joensen, skrivar:
Eg bleiv føddur í 1963 og vaks upp undir góðum umstøðum í Klaksvík. Eg hevði og havi, foreldur sum elskaðu meg og tað var ein tryggur og góður grundvøllur sum eg livdi í og fekk innlit í.
Eg gekk í sunnudagsskúla og smakkaði kærleika Guds. Ikki bara sum ein vitan ella læra, men gjøgnum nógv menniskju sum livdu vilja Guds.
Taið eg var uml 8-9 ár, opinberaði Gud Seg gjøgnum Sítt Orð og sannførdi meg um at eg var fortaptur í mær sjálvum. Eg var ikki góður nokk at koma inn til Gud og tørvaði Hansara Náði.
Eg minnist tað sum at eg fekk ljós yvir hendan sannleika. Eg boygdi míni barnaknøð og rópti um hjálp og ein friður, sum ikki er frá hesari verð, flutti inní mítt lív. Kristus er friður!
Taið eg var 15 ár fór eg til skips og ein onnur tíð byrjaði á mínari trúðarleið. Eg byrjaði at smakka mær á, sum nógvir aðrir gjørdu og eg fekk innlit í eina verð sum var dragandi og eggjandi, men samstundis niðurbrótandi.
Hetta var ikki nakar trupuleiki í fyrstu atløgu, men við árunum bleiv tað.
Eg møtti bestu gentuni í verðini…… í mínari verð! sum 21 ára gamal og vit giftus taið eg var 24.
Vit fyngu 3 deilig børn og vit høvdu alt tað sum vit í vesturheiminum meta sum, vanligt.
Brennivín og onnur rúsandi evnir hava eina merkuliga ávirkan á menniskju, hetta er ikki neutral evnir, men annahvørt minkar forbrúki (sjálvsamt)…… ella veksur tað.(vanligt)
Eg fór at drekka meira og meira og taið eg kom uppí 30 árini, var eg so bundin at eg mátti fáa brennivín ella øl, so gott sum hvønn dag. Taið eg var úti á havinum tók eg tablettir. Um eg ikki drakk, fungeraði eg illa og var fyri tað mesta heima við hús.
Taið eg var 37 ár kom eg í land í Everett (USA) av einum russiksum skipið og kom í eina stóra veistlu og minnist ikki nógv meira av tí kvøldinum og teimum næstu døgunum. Men eg var tilvitaður um at okkurt var heilt gali við mínum likami, eg orkaði næstan ikki at ganga og var óklárur.
Men eg kom heim til Føroyar, tann dagin konan hevði føðingardag, við einum alvorligum forgiftningi og endaði á sjúkrahúsinum í Klaksvík og bleiv síðani fluttur á Landsjúkrahúsið við einari livur sum næstan ikki virkaði.
Gud vitjaði meg av nýggjum og vísti mær út á Golgata og eg sá hvussu høgt elskaður eg var. Eg rópti til Gud og forklaraði Honum mína støðu og Hann loysti meg frá trongdini og grøddi meg.
Eina viku aftná gekk eg sum ein frískur maður út av skjúkrahúsinum aftur.
Eg var ikki tann sami. Eg sá alt í einum nýggjum ljósið og fekk ikki tagt um tað sum Gud hevði gjørt fyri meg. Eg hevði ongantíð áður tala ella veri framligur, heldur øvugt, men nú mátti eg tala um Harran Jesus sum var mín frelsa og um hvussu fantastiskt Hann hevði loyst meg frá einum deyðiligum trældómi, bæði so og so.
Tað havi eg gjørt síðani og Harrin hevur alla tíðina opna vegir fyri meg og haft meg í tænastu.
Í 2007 kallaði Harrin so sterkt á meg um at læta mítt borgarliga starv liggja og fara í heiltíðar tænastu fyri Hann.
Tað gjørdu eg og Hann dreiv meg frá stað til stað og frá fólki til fólk og gjøgnum hesi árini havi eg hugsa um hetta sum nú eitur Kedes.fo. Nú er hetta ein veruleiki og eg vil gjøgnum hetta stað koma út til tey sum ferðast í hesum landinum sum eitur,alnótin, við gleðiboðskapinum, sum er at Jesus hevur tikið allar tínar byrðar á Seg á krossinum hin myrka dag.
Rógvi Joensen,
Klaksvík
Kelda: www.kedes.fo




