Hann hevur verið sera eyðsýndur á TB liðnum í ár, men komandi kappingarár fær TB liðskiparin Rógvi Joensen møguliga eitt nýtt felag at spæla fyri.
Tað var líka við, at Rógvi Joensen skifti til B36 í 2013, men tá blivu TB og B36 ikki samd um treytirnar fyri skiftinum og tí helt hann fram í TB, har hann altíð hevur spælt.
Rógvi Joensen er í dag 22 ára gamal og liðskipari hjá TB. Í 21 dystum hevur hann lagt upp til heili 12 mál í ár. Men skal ein trúgva søgunum, so skiftir Rógvi møguliga lið í vetur. Og tað eru FM vinnararnir úr B36, sum liggja framvið sambært álítandi keldum hjá Norðlýsinum. Sum skilst er møguleiki fyri, at miðvallarleikarin Eli F. Nielsen fer av landinum, og so hevur B36 avloysaran kláran í Rógva. Men Rógvi er lærlingur hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri og hetta kann gera, at skiftið verður meira trupult at fáa ígjøgnum enn annars. Men greitt er, at samband er millum B36 og Rógva.




