Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rógvi og Oddur eru úr heilt serligum tilfari: 4 kvøld um vikuna koma teir heilt úr Havnini at venja við Páll Fanga

(
John Færø)

Óiva er tað eindømi í føroyskari kappróðrarsøgu, at tveir mans, sum dagliga starvast og búgva í Havnini, eftir lokið dagsverk sessast í ein bil fyri at koyra og síðani sigla norður til Klaksvíkar til grótharðar kappróðrarvenjingar fyri síðani seint á kvøldi at fara sama vegin suðuraftur eftir loknar venjingar.

Hjá teimum báðum, Odduri Olsen úr Klaksvík og Rógva Nielsen úr Havn, eru flestu arbeiðsdagar fyri tíðina sera langir og strangir.
Teir hava nevniliga sett sær nakað fyri, sum fer at taka ein stóran part av teirra frítíð hiðani og til Ólavsøku.
Saman við fýra øðrum rógvarum og einum róðursmanni fara teir báðir, Oddur og Rógvi, í summar at manna 6-mannafarið Páll Fanga hjá Klaksvíkar Róðrarfelag við tí mest royndu mannfólka-manningini hjá felagnum í ár.

Fyri teir báðar, Rógva og Oddur, er tó talan um nakað meir serstakt.
Báðir eru teir í løtuni búsitandi í høvuðsstaðnum, har Oddur starvast hjá Elding, meðan Rógvi gongur á Tekniska Skúlan í Havnini, har hann leggur seinastu hond á sín lestur sum framleiðslutøkningur. Gongst sum ætlað, verður Rógvi liðugur við hesa útbúgvingina í juni í ár.
Sum nevnt, er Oddur klaksvíkingur, og hóast Rógvi er havnarmaður, hevur hann tætt tilknýti hendanvegin við tað at unnusta hansara, Annika Ljósstein jú er klaksvíkingur.
Umframt at rógva kapp er Rógvi óiva mest kendur her í lokaløkinum sum høvuðsvenjari hjá Stjørnuni.

Heimaftur
á midnátt.
Hesar umstøður gera, at teir brúka sera nógva tíð upp á ferðast til og frá venjingunum.
– Vanliga sigla vit av Leirvík kl. 18:30 ella kl. 20:00, so vit fara við bili úr Havn klokkan hálvgum seks ella klokkan sjey á kvøldi, segði Rógvi Nielsen millum annað, tá vit høvdu hann í telefonini, á veg suðuraftur til Havnar
Hetta kvøldið vóru teir báðir ikki aftur í Havn, fyrr enn um hálvgum tólv tíðina.

Meir um teir báðar í blaðútgávuni fríggjadagin.