Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rógvi og Raben landsliðsvenjarar í kvinnuhondbólti

Oliver Joensen

Landsliðsvenjararnir hjá kvinnum í hondbólti eru settir. Tað vera teir báðir Rógvi Nielsen og Flemming Raben, ið skulu venja kvinnurnar á landsliðnum.

Rógvi Nielsen sigur við Norðlýsið, at fyrsta úttøkukappingin verður mánadagin. Fyrsta uppgávan hjá kvinnulandsliðnum verður Challenge Throphy, sum verður 28. apríl í 2004. Enn er ikki fastlagt hvar kappingin verður, men hetta verður kunngjørt áðrenn desember mánaði er liðugur.