Rógvi í Bø, listamaður og handverkari beyð á Andlitsbókini inn til opið hús á Túvuvegi 15 í Klaksvík í sambandi við tunnilsdagin í dag millum klokkan 11 og 18. Og rættiliga nógv fólk nýttu høvið at støkka inn á gólvið.
Boðið var eisini uppá kaffi og heimagjørdar vaflur við rabarbusúltutoyi og róma afturvið. Ikki nóg mikið við tað, fingu tey vitjandi ein lutaseðil, ið verður við í lutakastinum um ein tøvdan veðr í kvøld.
Í einum øðrum rúmi suðureftir, høvdu systrarnar loppumarknað í kjallarahølinum.
Fyrst tú kom inn, gjørdist tú varugur við, at tú var inni hjá einum røttum handverkara – alt byggiarbeiðið var sera væl frágingið. Tá ið tú so sá teir mongu lutirnar, ið sýndir vórður framm – rundborð, víkkingaborð, stólar, hálsprýði, tøvdar myndir og mikið annað – ja, so var greitt, at tú eisini var inni hjá einum røttum sniðgeva og listarmanni.
Til onkrar av størru lutunum hevur Rógvi fingið hjálp frá Jógvan Absalon Absalonsen at útføra teir, men sniðgevingina átti Rógvi.
Jú, har var hugnaligt hjá hesum stillføra manni, sum veit hvat hann fæst við og handalagið eins og hugflogið feilar einki.




