Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rógvi: Uppleggið riggar

Jákup Ósá

Rógvi Baldvinsson var ikki nøgdur við úrslitið, men helt, at tað sá skilagott út so leingi støðan var 1-0.

Rógvi Baldvinsson spældi í miðverjuni saman við Atla Gregersen. Teir fingu seg royndar móti serliga Miroslav Klose. Tað eydnaðist at halda honum burtur frá at skora. 1-0 støðan helt sær leingi, men tað endaði við 3-0.

– Nei man er ikki nøgdur við at tapa 3-0. Eg haldi vit gera tað fínt og verja væl. Tað lítlu tíðina vit so hava bóltin, so eru vit skilagóðir. Vit hava nakrar hálvar møguleikar. Men vit spæla móti einum góðum liði, og tað er harmiligt, at vit tapa 3-0, segði Rógvi Baldvinsson við Norðlýsið eftir dystin.

– Teir eru eitt tað besta liðið í heimin um. Okkara upplegg riggar og vit halda 1-0 leingi. Men tá teir so blíva í yvirtal, so blívur tað trupult. Tað er vanligt, at vit koma undir trýst, men á heimavølli fáa vit ofta okkara møguleikar. Móti Týsklandi er tað tó trupult, segði hann.


Mugu vinna skjótt

Í oktober eru tveir heimadystir á skránni móti Kasakhstan og Eysturríki. Miðverjin heldur, at nú mugu stig til.

– Men eg haldi vit eru á rættari leið og nú mugu vit fara eftir góðum úrslitum í heimadystunum móti Eysturríki og Kasakhstan. Vit mugu hava trúnna og vera optimistiskir. Eg vil næstan siga, at vit mugu vinna ein dyst skjótt. Og hasar báðar heimadystirnar eru vit góðir nokk at fáa stig í, segði Rógvu Baldvinsson við Norðlýsið eftir dystin.