Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rok á gistingarhúsinum”

Dávur Winther – Myndir: Dávur Winther

Køin til nýggju Fish & Chips-búðina hjá Hanus tók ongan enda í dag á Sjómannadegnum – øll vildu sleppa at smakka hesa serligu matskrá

Stjórin sjálvur á Kósin Seafood, Hanus Hansen stóð innanfyri diskin og serveraði fólkunum tosk frá Gadus. Men kønar hendur frá Onglandi, Gavin og Craig løgdu lag á. Sjálvandi var høvuðskokkurin, Heini Ósá eisini á staðnum og Jógvan Hansen gekk eisni til handa saman við hópin av øðrum fólki, sum eru knýtt til virkið.

Men best av øllum – tað legðist bara til køina. Øll vildu smakka henda forkunnuga rætt. So kanska fer Hanus, sum í allan dag hevur staðið aftanfyri diskin, at lata upp eina nýggja búð, við matskráini Fish & Chips, har høvuðsvøran er fyrsta flokks flak frá Gadus? Hesi somu vøru, sum Gavin og Craig hava vunnið hópin av kappingum við í Onglandi – so nógvar, at teir eru nr. 1 í suður Onglandi?

Ikki kann sigast annað, enn dagurin hjá Hanus, Jógvan, Heina, Óla, Gavin og Craig og øllum hinum hevur verið ein “big success”, sum tey siga í Onglandi.

Harleyfacadeacryl