Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rok í Hvannasunds Kommunu

John William Joensen

Gjárakvøldið var bygdaráðsfundur í Hvannasundi og bygdarfólki møtti fjølment, tí tað er eingin loyna, at bygdaráði seinastu tíðina hevur verið merkt av innanhýsis stríði

Stríði stendur millum ein meiriluta í bygdarráðnum (Elmar Simosnen, Niels í Buð og Pól Fuglø) og ein minniluta við borgarstjóranum Júst Poulsen og Veroniku Petersen.

Seinasta hálva árið hevur verið merkt av telvingum millum meirilutan og minnilutan og sera trupult hevur verið at hildið bygdaráðsfundir.

M.a. var ein bygdaráðsfundur í fjør summar, sum meirilutin kærdi til løgmálaráði – og sum løgmálaráði ógildaði.

Meirilutin í bygdarráðnum skuldsetur borgarstjóran fyri at royna at hava fundir, tá meirilutin ikki hevur møguleika at møta – meðan minnilutin sigur at trupult er at taka atlit, tá  bygdarráðslimur arbeiðir uttanlanda.

Sum Norðlýsið skilir er støðan rættuliga fastløst og tí eru so at siga øll mál vorðin ein trupuleiki.

Stríðsspuringurin?
Tá bygdarráði tók við fyri fýra árum síðan – var stemningurin góður og eitt samt bygdarráð valdi Júst Poulsen til borgarstjóra.

Men tað var rættuliga skjótt at ósemja tók seg upp í bygdarráðnum og stríði harnaði av álvara, tá ein meiriluti í bygdarráðnum avgjørdi at seta eina nevnd at samráðst við Klaksvíkar Kommunu um samanlegging.

Borgarstjórin hevur sagt alment, at hann ikki er heitur fyri eini samanlegging, tí hann hevur ilt við at fáa eyga á hvørjir fyrimunir hetta gevur bygdunum norðanfyri.

Men meirilutin í bygdarráðnum samtykti at fara undir samráðingar og síðani hevur gingið á skriðini við samstarvinum i bygdarráðnum.

Meirilutin í bygdarráðnum verður skuldsettur fyri at koyra solo og ikki kunna borgarstjóran nøktandi, men hesum ákærum vísir meirilutin frá sær.

Meirlutin ákærir borgarstjóran fyri at drála við at seta samtyktir í verk og soleiðis halda skuldsetingarnar fram.

Trupult er at seta fingurin á hvat tað er, sum skilir partarnar, men tað er staðfest at borgarstjórin er komin í minniluta í bygdarráðnum og hetta er ein stórur trupuleiki hjá Hvannasunds Kommunu

Bygdarráði virkar ikki
Tað eru umleið seks ársverk í Hvannasunds Kommunu.

Borgarstjórastarvið er hálva tíð, síðani er skrivari, umsjónarmaður, fimm dagrøktarar, Vatn/bingjupláss og fýra vaskikonur.

Sum Norðlýsið skilir, so er støðan í bygdarráðnum ikki til at halda út hjá teimum, sum starvast hjá Kommununi.

Partarnir halda eyguni hvør við øðrum og tá talan er um smá forhold har familjurnar kennast væl – er støðan alt annað enn góð.

Onkur, sum Norðlýsið hevur tosað við, sigur at bygdaráði er lamma av ósemjuni og bygdin er splitta í fleiri partar.

Nógv fólk á bygdarráðsfund
Á bygdaráðsfundinum gjárakvøldi var ymiskt á skránni og nógv fólk møttu til fundar, tí samtaluevni millum fólk er ósemjan í bygdarráðnum.

Men á fundinum gjárakvøldi vóru bygdarráðslimirnir siðiligir og nógv mál vóru á skránni.

Meirilutin í bygdarráðnum atkvøddu fleiri uppskot ígjøgnum meðan borgarstjórin saman við minnilutanum tók serstøðu í fleiri málunum.

Halda fram við samráðingunum um samanlegging
Mesti spenningurin var tá málið um samráðingarnar við Klaksvíkar Kommunu vóru lagdar fyri fundin.

Pól Fuglø (partur av meirilutanum) sigur við Norðlýsið at bólkurin, sum hevur staði fyri samráðingunum hevði sent bygdarráðslimunum eina kunning um samráðingarnar áðrenn bygdarráðsfundin.

– Niðurstøðan av fundinum var at samráðingarnar skulu halda fram, men sjálvandi eru fleiri viðurskifti, sum bygdarráðslimirnir vildu hava upp at venda.

– Bygdarráði samtykti at halda fram við samráðingunum og vit fara so aftur til samráðingar í dag kl. 13.

– Nú er komið somikið langt at vit fara at seta hol uppá uppleggið, sum skal leggjast fyri borgararnar í kommununi.

– Síðani verður lýst til borgarafund og ætlanin er at hava eina fólkaatkvøðu áðrenn komandi býráðsval, sigur Pól Fuglø sum er partur av meirilutanum í bygdarráðnum og bólkinum, sum samráðist við Klaksvíkar Kommunu.

Meirilutin ræður

Meirilutin í bygdarráðnum atkvøddi eisini eitt uppskot um syskinnafrádrátt í dagrøktini, ígjøgnum.

Borgarstjórin legði roknskapin fyri bygdarráði og mælti til at samtykkja hann – men meirlutin vísti hesum aftur, tí bygdarráðslimirnir ynsktu at fáa nøktandi tíð at kanna roknskapin.

Tískil er kommunu-roknskapurin framvegis ikki samtyktur av bygdarráðnum.

Meirilutin atkvøddi eisini onnur mál ígjøgnum – men tað er eingin ivi um at hesi málini stoyta eld á báli – tí borgarstjórin, sum skal fremja málini – ikki tók undir við teimum.

———–

Í bygdarráðnum sita: Júst Poulsen, borgarstjóri, Elmar Simonsen, Niels í Buð, Veronika Petersen og Pól Fuglø

Harleywoodpaint