Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rok í Javnaðarflokkinum

John William Joensen

Gerhard Lognberg, tingmaður hjá Javnaðarflokkinum, sigur seg vera skelkaðan yvir, at ávísur politikari í gjár tók samgonguna til gísla

Tað stóðst rættuligt rok í Javnaðarflokkinum tá Sambandsflokkurin boðaði løgmanni frá at flokkurin ikki fór at atkvøða fyri uppskotinum hjá landsstýrinum, um ikki allir samgongulimir eisini atkvøddu fyri.
Hóast John Johannesen í samrøðu við Norðlýsið, segði seg ikki kenna til nakra ósemju i Javnaðarflokkinum, so váttar Gerhard Lognberg yvir fyri Norðlýsinum, at tað var bert tann eini javnaðartingmaðurin sum ikki vildi stuðla samgonguni.
– Eg má siga sum er, at eg eri rættuliga skelkaður yvir atburðin hjá hesum miðstarpolitikara, sum meðan landið liggur í kreppu, valdi at fremja síni egnu áhugamál.
– Men trupulleikin er at politikarar eins og fólk í miðstaðarøkinum als einki merkja til at restin av landinum liggur í andaleypi hvørja ferð verkfall eru.
– Støðan kring landið hevur hesar dagarnar verið tann, at limir í arbeiðsmannafeløgum, sum fáa tímaløn, als ikki sleppa til arbeiðis, meðan limir í Starvsmannafelagnum spasera í Havnar gøtum fyri streykuløn.
– At leggja ferðasambandi millum oyggjarnar niður er ein beinleiðis hóttan fyri útjaðaran og longri tíðin gongur verri verður støðan.
– Tey flestu vita at tað var bara tann eini samgongulimurin, sum ikki vildi stuðla uppskotinum og hetta bert fyri at hann kundi reypa av at vísa samhuga við Starvsmannafelagnum, men slíkum politikarum havi eg onga virðing fyri.
– Eg eri rættuliga uppskakaður av at ein politikkari bara koppar frá og harvið tekur alla samgonguna og landi til gísla.
 
Um eingin semja verður má tingið leggja upp í
Javnaðartingmaðurin, Gerhard Lognberg, sigur at partarnir hava nú tosað nóg mikið og um eingin semja er á middegi, so má tingið upp í.
– Í gjár tvingaðu teir løgmann at taka uppskotið aftur og tí havi eg tað vón til samráðingarpartarnar at teir gera sín part og finna eina semju áðrenn middag.
– Er eingin semja á middegi, má tingið upp í og fáa endað á blokaduni av útjaðaranum.

Harleywoodpaint