Løgtingið er ikki arbeiðsført íløtuni og tingfundurin er tí niðurlagdur.
Tað er rok í løgtinginum í løtuni.Eitt yvirtøkumál var fyri í morgun, men andstøðan vísti á, ather vóru so nógv ógreið viðurskiftir, at málið als ikki varbúgvið til at viðgera í løgtinginum, sum tað sær út nú.Andstøðan rýmdi úr tingsalinum og tað merkti, at bara 16 fólkvóru til at atkvøða. Tingskipanin sigur, at tað skulu í minstalagi vera 17 tingfólk til staðar fyri at fáa atkvøtt í einummáli.
Kristin Michelsen liggur veðurfastur áTvøroyri og hann er 17. tinglimurin, sum manglar í morgun hjásamgonguni. Myndin vísir støðuna í løgtinginum fyri løtusíðani. Tingfundurin er niðurlagdur og verður uppafturtikin kl.13.00. Enn er óvist, hvat hendir víðari við málinum, men sum skilst, so fer andstøðan undir ongum umstøðum at vera í tinginum til atkvøðugreiðsluna til hetta málið, har hon er so ónøgd um mannagongdina og viðgerðina.




