Partrolararnir Nónhamar og Fjalshamar gjørdu hesa vikuna ein rok túr á norðara kantinum á Fugloyarbanka. Teir fiskaðu 6 dagar og fingu tilsaman 210.000 pund av góðum upsa.
Tað hevur gingið væl hjá partrolarunum seinastu tíðina, og hendan túrin komu Nónhamar og Fjalshamar á Klaksvík við 210.000 pundum. Mett verður at hetta er ein av bestu túrunum teir hava gjørt.
Fulla last
Hans Edmund Olsen, skipari á Nónhamar, sigur, at teir fóru avstað tíðliga leygarmorgunin og byrjaðu fiskiskap um middagsleitið. Eftir seks dagar við rættiliga buldraligum veðri høvdu teir fingið uppí bátarnar. Fleiri av hinum bátunum lógu bakk nakrar av døgunum, men av tí at fiskiskapurin var so mikið góður so trossaðu teir veðrið, sigur skiparin á Nónhamri.
Fyri tað mesta er talan um góðan 3ara upsa og fitt av 2arum eisini. Hetta hevur sjálvandi eisini verið við til, at gera fiskaríið so gott. Støddin á fiskinum hevur stóra ávirkan á hvussu væl hilnast.
Í seinasta hálinum, áðrenn teir fóru inn, var somikið nógvur fiskur, at teir máttu brúka tvær krubbur har frammi í skipunum. Hetta er vanligt, tá nógv er í síðsta hálinum. Hendan túrin høvdu teir umleið 40 kør av leysum fiski.
Rogn og livur
Fitt av rogni hevur eisini verið í fiskinum hendan túrin, tí hava teir tikið umleið eini 6-7 tons av rognum.
Nógv arbeiðið liggur í at taka rogn, og tá manningin bert fær 27% av virðinum á lastini, so er talan vanliga bert um nakrar fáar hundrað krónur fyri ‘eykaarbeiðið’. Manningarnar hava av somu orsøk ikki verið alt ov positivar at taka hetta arbeiði á seg. Tí hevur P/F Hæddin, ið er partur av Maru Seafood, tikið avgerð um at lata alt virðið á rognunum til manningina, sum eina roynd. Ein av orsøkunum til, at teir royndarkoyra hetta umborð á Nónhamri og Fjalshamar er, at kryvjimaskinur ikki eru umborð á skipunum. Skipini hava tó kryvimaskinur, sum væntandi verða settar umborð skjótt.
Tá rognatíðin er av, so er ætlanin at fara at taka livur, sigur Hans Edmund. Her far manningin eisini fullan ágóðan av virðinum á livrini, umframt at skipini fáa eyka fiskidagar, tá ein ávís nøgd av livur er tikin.
Manningapartur
Hýran hendan túrin liggur millum 14-15.000 kr. alt eftir hvussu sølan verður. Harafturat kemur inntøkan av rognunum, ið er um 2-3.000 kr. Tilsamans fær manningin, sum telur 8 mans á hvørjum skipinum, sostatt umleið 16-17.000 krónur fyri hendan roktúrin.
Eftir ætlan fara Nónhamar og Fjalshamar útaftur á Fugloyarbanka í kvøld, (fríggjakvøld), kl. 22:00.




