Á býráðsfundi gjárkvøldi bleiv ósemja um mál viðvíkjandi ólóglig bygging av rampu og uttandura trappum aftanfyri bygningi hjá Javnaðarflokkinum, Minnilutin kravdi borgarstjóran at verða ógegnigan, men hetta avvísti meirilutin og eftir uppskot frá borgarstjóranum var lyftin hjá Javnarflokkinum beint í Byggibýarskipanarnevndina
Á býráðsfundi gjárkvøldi bleiv ósemja um mál viðvíkjandi ólóglig bygging av rampu og uttandura trappum aftanfyri bygningi hjá Javnaðarflokkinum, Minnilutin kravdi borgarstjóran at verða ógegnigan, men hetta avvísti meirilutin og eftir uppskot frá borgarstjóranum var lyftin hjá Javnaárflokkinum beint í Byggibýarskipanarnevndina
Málslýsing:
Umsókn um byggiloyvi til innrættan av loftshæddini til skrivstovuhølir á matr. nr. 388a, Niels Finsens gøta 14 hjá Javnaðarflokkinum, umframt svala omaná áarlokið
Lýsing av málinum – samandráttur:
Mayfinn Norðoy, arkitektur, søkir vegna Javnaðarflokkin um loyvi at innrætta loftshæddina á omanfyri nevndu ogn til skrivstovuhølir. Søkt verður um at innrætta loftshæddina til 3 skrivstovur, køk og fundarrúm til 50-60 fólk.
Søkt verður eisini um loyvi at gera svala frá Bøkjarabrekku omaná áarlokinum, sum er ogn hjá Tórshavnar kommunu.
Lógir, ásetingar o.a.:
Økið liggur í 1. grundumráði í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu.
Upplýsingar frá umsitingini:
Bygningurin er í trimum hæddum. Kjallarahæddin verður partvís nýtt sum handilshølir, miðhæddin hevur verið nýtt sum handilshølir, meðan loftshæddin hevur verið nýtt til bústað.
Søkt verður ikki um at víðka bygningin.
Bygningurin skal hava lyftu samb. kunngerð nr. 13 frá 10. februar 2012 um atkomuviðurskifti, men umsøkjarin søkir ikki um hetta. Umsøkjarin hevur fingið at vita, at neyðugt er at søkja Innlendismálaráðið um frávik, um ætlanin er at sleppa undan at uppseta eina lyftu.
Ein møgulig svalagongd omaná áarlokinum kann gera tað trupult at fáa atkomu til grannaognina, matr. nr. 413a.
Umhvørvisárin:
Er viðgjørt eftir umhvørvisstigi 1.
Fíggjarligt:
Onga fíggjarliga binding fyri kommununa.
Viðmerkingar frá øðrum deildum:
Si viðmerkingar frá tekniska stjóranum, býarverkfrøðinginum, og leiðaranum á Lendisdeildini j. nr. 2012-1195/4 og 2012-1195/5.
Viðmerkingar frá øðrum myndugleikum:
Ongar viðmerkingar.
Tilmæli:
Tekniski stjórin og leiðarin fyri byggideildina mæla til at ganga umsóknini um innrættan av loftshæddini á møti, treytað av at lyft verður sett í húsið, sambært kunngerð nr. 13 frá 10. februar 2012 um atkomuviðurskifti, ella at landsstýrismaðurin (Innlendismálaráðið) loyvir undantaki, sambært kunngerðini kap. 1 stk. 2.
Eisini verður mælt til, at spurningurin um svalagongd omaná áarlokinum verður kannað nærri við atliti til styrkina á áarlokinum, og atkomu til grannaognina, matr. nr. 413a.
Tekniska nevnd 15. mai 2013: Nevndin samtykti at taka undir við tilmælinum.
Ískoyti:
Kontrast arkitektar søkja um byggiloyvi til svala og trappu til ovastu hædd á bygninginum á matr. nr. 388a.
Svalin og trappan verða omaná áarlokinum, sum er kommunal ogn, eins og atkoman til grannaognina, matr. nr. 413a, verður skerd, soleiðis at uml. 3 m breið atkoma verður inn á ognina. Eigarin av hesi ogn hevur eisini mótmælt byggingini.
Løgdeildin er biðin um at gera eina avtalu, sum eigarin av matr. nr. 388a (Javnaðarflokkurin) skal undirskriva, áðrenn loyvi verið givið til svala og trappu. Avtalan sigur, at kommunan kann til eina og hvørja tíð krevja, at svalin og trappan verða tikin niður, uttan kostnað fyri kommununa.
Tilmæli:
Tekniski stjórin mælir til at ganga umsóknini á møti, treytað av at umsøkjarin vil undirskriva avtaluna, har hann bindur seg til at taka svala og trappu niður aftur uttan útreiðslur fyri kommununa:
Tá eigarin av matr. nr. 413a (grannin) krevur tað, vegna atkomu til sítt stykki í sambandi við at hann skal byggja á stykkinum ella á annan hátt má fáa nøktandi atkomu til stykkið.
Tá kommunan krevur tað, fyri at kunna nýta økið til annað endamál ella fyri at sleppa til áarlokið.
Byggi- og býarskipanarnevndin 3. oktober 2014: Ein meiriluti, Tróndur Sigurðsson, Annfinn Brekkstein, Helena D. á Neystabø og Halla Samuelsen, samtykti at taka undir við tilmælinum.
Ein minniluti, Jákup Dam, tekur ikki undir við tilmælinum.
Ískoyti:
Býráðslimur biður um málið á skrá.
Býráðsfundir 30. oktober 2014: Marin Katrina Frýdal setti uppskot fram um, at Heðin Mortensen borgarstjóri, sum er næstformaður í javnaðarflokkinum, er ógegnugur í málinum, ið fall við 3 atkvøðum fyri og 10 ímóti.
Fyri atkvøddu: Jákup Dam, Marin Katrina Frýdal og Jógvan Arge.
Ímóti atkvøddu: Elin Lindenskov, Bjørghild Djurhuus, Helena Dam á Neystabø, Sigrún Mohr, Tróndur Sigurðsson, Halla Samuelsen, Annfinn Brekkstein, Bogi Andreasen og Sjúrður Olsen.
Síðan varð atkvøtt um uppskot frá Marin Katrinu Frýdal, um at beina málið í byggi- og býarskipanarnevndina vegna væntandi hoyring og at ein almenn gonguleið er tikin burtur, ið fall við 3 atkvøðum fyri og 10 ímóti.
Fyri atkvøddu: Jákup Dam, Marin Katrina Frýdal og Jógvan Arge.
Ímóti atkvøddu: Heðin Mortensen, Elin Lindenskov, Bjørghild Djurhuus, Helena Dam á Neystabø, Sigrún Mohr, Tróndur Sigurðsson, Halla Samuelsen, Annfinn Brekkstein, Bogi Andreasen og Sjúrður Olsen.
At enda varð atkvøtt um uppskot frá Heðin Mortensen, um at beina málið í byggi- og býarskipanarnevndina, ið varð einmælt samtykt.




