Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rokdystur í Klaksvík

John William Joensen

Eingin skalaði KÍ og TB hetta summarið, skrivar Jógvan Arge í bókini ”Havnamenn í Gundadal” um ein avgerandi dyst um FM millum HB og KÍ fyrst í 50unum

Tey taptu bert ein dyst í part, og tað vóru smáir brotpartar, sum avgjørdur, hvar meistaraskapurin skuldi enda.

HB hevði ongan tjans í meistaradeildini. Undan tí seinasta dystinum hevði KÌ 12 stig og HB hevði seks.

TB hevði eisini 12 stig og B36 tvey, meðan VB lá ímillum við fýra stigum.

HB skuldi spæla sín seinasta dyst í Klaksvík. Samstundis skuldi meðaldeildin norður at spæla rættilga avgerandi dyst.

Men tá menn komu oman á kaiin, vóru bert 17 mans møttr, og hildið varð ikki ráðligt at fara norður so illa mannaðir.

Hetta varð ein verri ein.

Sama dag spældi TB í Havn móti B36 og vann dystin og stóð nú til føroyameistaraskap. Spurningurin var, um KÍ fekk tvey stig í meistaradeildini, uttan at dysturinn vað spældur, ella dysturin varð spældur seinni. Vann KÍ uttan dyst, fingu teir helst ongi mál við sær og máttu lata sær lynda at verða nummar tvey.

Úrslitið varð at dysturin skudi spælast. Hjá HB gekk illa í hond. Teir taptu ikki minni enn 5-0, men tá høvdu teir lorkað onkran spælara niður í meðaldeildina at styrkaj annað lið, sum spældi avgerðandi dyst sama dag.

5-0 var akkurát tað, sum KÍ hevði brúk fyri. Við málúrtøkuni 3,5 vóru teir 0,1 mál frammanfyri TB og vunnu meistaraskapin. Hetta netta úrslit elvdi til bæði øsing og illgitingar.

Gerðabókin hjá HB sigur um sjálvan dystin, at hann var ójavnur. KÍ hevði so at siga alt spælið uttan seinasta korterið. Lagt varð afturat, at KÍ hevði 5-0 sigur uppibornan, men fekk hann tó á ein ógvuliga ófantaligan hátt, tí ”dómarin var hendan dagin út av lagi partískur, fyri ikki siga bart út ónærisligur”.

Suðuri á Tvøroyri var hýrurin ringur. Teir ivaðust ikki í, at hetta vóru uppløgd ráð millum havnarmenn og klaksvíkingar.
HB sendi ÍSF kæru um dystin, og TB kærdi eisini. Málið kom fyri á aðalfundinum hjá ÍSF, men onki varð broytt. HB helt uppá, at tvey mál vóru órættarliga dømd. Hinumegin helt KÍ uppá, at tað í veruleikanum skudi havt fingið sjey mál.

So var líka vítt sum sýtt, og KÍ varðveitti sín meistaraskap, men samtykt varð gjørd um, at hereftir skuldu dómarar vera uttanveltaði