Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Rokfiskiskapur hjá útróðrarbátunum

Oliver Joensen

Tað mundi verða mangur, sum um vikuskiftið hugsaði, at nú fór helst endi at vera á góða fiskiskapinum hjá útróðrarbátunum. Vit minnast høgu flóðina ella sunamina norðuri í Hvannasundi fyri árum síðani tá okkara Grímur Lassen, sáli, segði at hýsan bleiv burtur. Sera høg flóð hevur verið seinastu dagarnar, men tíbetur. Ímorgun hava útróðrarbátarnir fingið sera væl:

Stakkavík 8.500 pund, Bragd 14.000, Líðhamar 17.200, Norðsøki 16.200 og Bjørgvin 7.600. 

Sum skilst hevur stórur partur verið av toski í morgun. Tá vit tosaðu við Norðsøka segði Heri Vang, at meira rogn var í fiskinum í morgun. “Vit hava higartil tikið um 20 kilo av rognum, men í morgun hava vit tikið 80 kilo”. Norðsøki er á Eiði og avreiður.

Vit hava ikki frætt frá Brandi og Anru í morgun, kanska frætta vit frá teimum seinni í dag.

Um fýratíðina í dag frættu vit frá Kallanes. Teir høvdu verið úti á umleið 14 fjórðingum í dag og høvdu heili 9.500 pund á 36 stamåum. Kári Klettskarð í Kongsstovu, skipari segði at góð helvtin var góður toskur.

Harleyfacadeacryl