Havi fylgt við tíðindunum seinastu dagarnar, har sáttmálaviðurskiftini við Næraberg hava verið viðgjørd í útvarpinum, og bitið merkið til harðrendu og eftir mínum tykki óhøvisku úttalisini frá fiskimannafelags-formanninum.
Stríðið stendur, sum flestu vita, um hvørt sáttmálin skal haldast sum galdandi fyri íðnaðarskip ella nótaskip. Her er formaðurin hvørki til at høgga ella stinga i, hóast tað skilst at manningin væl vil verða lønt við einum býtisprosenti á 17 í mun til tey 27%, ið sáttmálin sigur.
Í tíðindasendingini á miðdegi hósdagin, segði FF formaðurin: "Enn hevur Røkke ikki biðið um nakað, og vit hava onki tilfar fingið sendandi." Álvaratos – álvaratos harra formaður, hvat skal Røkke biðja um. Eitt av feløgum hansara – AKER – er minnilutaeigari í Nærabergi við, sbrt galdandi lóg, 33% av partapeninginum. Hetta eigur tú sum fiskimannafelagsformaður ikki at fáa ilt av, men heldur fegnast um. — Heldur átti tú at harmast, at Navigator fór av landinum, og harvið um 100 hýrir mistar, umframt ein góður møguleiki hjá okkara unga fólki at byrja sítt arbeiðslív. Eitt royndarprojekt, ið Røkke hevur lagt 100 tals miljónir í. — Hinir eigararnir eru JFK við 48% og Norðoyagrunnurin við 19%.
Røkke í rangastrúpan
Tað sær fyri mær út sum at fiskimannafelagsformaðurin hevur fingið Røkke í rangastrúpan, tí seinni í somu tíðindasending sigur hann
soleiðis: "Tað eru nógvir aðrir reiðarar sum hava havt hasi loyvini, men eru hvørki slopnir av vaksa um síni skip, ella hava fingið hattar har ígjógnum." Álvaratos – álvaratos harra formaður. Sum felagsformaður eigur tú ikki at lata slíkt úttalilsi um tínar varrar.
Loyvi hjá Nærabergi at fiska, er givið av politiska myndileikanum, og viðkemur ikki Fiskimannafelagnum. Seinni í somu sending verður enn einaferð lagt eftir Røkke, tá formaðurin sigur: "fyri tí um ein norskur stórur reiðari kemur inn á føroyska marknaðin, skal man ikki slaka fyri honum." Og víðari: "Mær vitandi fer allur kaptalurin yvir til Norra." Seinni verður sagt, at nóg mikið er eftir av skipum til at fiska kvotuna, og tá verður sum betur er, allur kaptalurin eftir í Føroyum. Álvaratos harra formaður, nú mást tú taka teg saman. Ætlar tú tær at reka politik, so royn at koma í løgtingi fyri at gera tað arbeiði.
Tá talan er um at flyta kaptal av landinum, so eigur tú sum FF formaður ikki verið tann fyrsti til at kjafta upp. Tær miljónir, ið tú sum FF form. hevur flutt av landinum eru ikki heilt fáar. Heldur átti tú at latið hesar miljónir verið í umfari í føroyska samfelagnum, og tað serliga í hesum fíggjarliga trongu tíðum. Tíni úttalilsi um at allur kaptalur endar í Norra, sigur nógv um hvør muran í tær er. Sum formaður í einum av stóru feløgunum í landinum, eigur tú at vita, og harvið eisini at halda teg til sannleikan, at sbrt. galdandi lóg, kann Røkke ella felag hansara fáa útgoldið sín part av møguligum vinningsbýti eftir goldnan skatt til føroyska samfelagið.
Nei harra FF formaður. Røkke kemur neyvan nakrantíð at fáa tann pening aftur, ið hann hevur pumpa inn í føroyskt vinnulív og harvið føroyska samfelagið. Men vit mugu fegnast um, at hann við sínum virksemi, hevur havt pening, og ikki minst vilja, til at verið ein partur í føroyskum vinnulívi seinastu árini. Tað ber ikki til at ganga skítfullur í undirlutakenslum, bert av teirri orsøk at nakriir útlendingar hava pening og vilja til at vera við í føroyskum vinnulivi.
Býtisprosenti
Sum nevnt omanfyri, verður av FF form. hildið fast við eitt býtisprosent uppá 27, og tí er Næraberg nú lagdur. Hetta hóast at manningin er sinnað at ganga við til eitt býtið á 17%. Sum tað skiltist á úttalilsinum hjá reiðaranum, er hetta ein spurningur um skipið framhaldandi kann vera í drift, ella tað skal seljast av landinum. Og sum skiltist á Hans Chr. var tað fyri hann ein spurningur um at kunna forsyrgja sær og sínum, ella møguliga lítið ella onki alternativ.
Tað er møguligt at FF formaðurin er óvitandi, men eg veit um avtalur millum manning og reiðara, har vikið er frá sáttmálanum, av teirri einfaldu orsøk, at valið stóð ímillum at leggja skipið, ella at manningin fór niður í býtisprosenti. Og tað er meira enn á tí eina kjølinum at slík avtala er gjørd. Leggjast kann afturat at hesi skip hava ikki KG á bógnum.
Tey flestu munnu síggja tað rímuliga í, at kann manningin á Nærabergi liva við einum býtisprosenti uppá 17, so eigur Fiskimannafelagið at taka hettar til eftirtektar, og tí er at vóna, at tann meirilutin, sum sigst vera í nevndini, tekur avgerð í hesum málið, so skip og mannning aftur kunnu fara í vinnu, og harvið geva sítt avkast til føroyska samfelagið.
Karl Heri Joensen.




