Forsølan til Summar Festivalin er størri í ár, enn hon var somu tíð í fjør.
Tí rokna fyrireikararnir við, at tað verða minst líka nógv fólk til festivalin í ár, sum tað vóru í fjør
Nú er ikki meira enn ein góður mánaði til Summar Festivalurin 2006 verður hildin. Fyrsta vikuskiftið í august verður ársins festivalbrak í Klaksvík, og fyrireikingarnar til festivalin ganga sera væl.
Eitt gott tekin um, hvussu áhugin fyri festivalin er, plagar at vera forsølan, og higartil í ár hevur forsølan verið enn størri, enn hon var somu í fjør, tá ið festivalurin annars setti met við áhoyrarafjøld. Umleið 8.000 fólk vóru á Summar Festivalinum í fjør, og fyrireikararnir rokna við, at tað verða minst líka nógv fólk aftur í ár.
– Áhugin fyri Summar Festivalinum er størri enn nakrantíð, og forsølan hevur gingið sera væl. Tað gevur okkum greiðar ábendingar um, at festivalurin í ár verður eitt ordans brak, siga fyrireikararnir.
Sera spennandi skrá
Summar Festivalurin hevur aftur í ár megnað at sett saman ein sera spennandi skrá. Bólkarnir eru kendir, fjølbroyttir og sera góðir á palli, og tí verður undirhaldið av tí allarbesta.
Sera nógv fólk gleða seg til at hoyra danska bólkin Shubidua, sum er nakað heilt fyri seg, tá tað ræður um at fáa lív í eina stóra áhoyrarafjøld. Teir koma til Klaksvíkar við øllum sínum kendum sangum, og tað verður eitt ordans upplivilsi at hoyra teir spæla.
Roger Hogdson, sum er maðurin aftanfyri tónleikin hjá Supertramp, fer at spæla allar teir kendu sangirnar hjá sær, og ungdómurin sleppur at uppliva kend nøvn sum The Rasmus og Johnny DeLuxe.
Harafturat kemur framúr góði gospelsangarin David Phelps úr USA. Hann er kendur frá Gaither Vocal Band, og man teljast millum bestu sangarar, sum nakrantíð hava vitjað í Føroyum.
Umframt øll tey kendu útlendsku nøvnini, verða eisini nógvir føroyskir bólkar við millum annað Høgni Lisberg, Martin Joensen, Lena, Páll Finnur Páll og Kim Hansen.
Næsta freistin nærkast
Summar Festivalurin hevur skipað sín forsølu soleiðis, at atgongumerkini eru bíligast at keypa í góðari tíð. 1. juni hækkaði prísurin á vikuskiftispassum, og 1. juli hækkar prísurin enn einaferð. Tí ræður um at verða skjótur í vendingini og keypa sær atgongumerki hesa vikuna.
Vikuskiftispassini sum geva atgongd til øll tiltøkini á festivalinum kunnu keypast á Shell-støðunum kring landið og á Norðoya Kunningarstovu.
Kostnaður fram til 1. juli er 625 krónur.




