Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rokni ikki við at koma at koyra í tunlinum sjálvur

Helgi Abrahamsen

Onkuntíð hevur tað verið so, at elsta fólk í bygdini slapp at skjóta fyrsta skotið, tá eitt nýtt berghol skuldi gerast, men so er ikki longur.

Onkuntíð hevur tað verið so, at elsta fólk í bygdini slapp at skjóta fyrsta skotið, tá eitt nýtt berghol skuldi gerast, men so er ikki longur.

Elsti maður á Strondum, Georg Abrahamsen, var millum tey fyrstu, ið gingu oman til tunnilsmunnan í dag, nú landsstýrismaðurin við samferðslumálum lat fyrsta skotið av. Vit spurdu hann, hví hann ikki slapp at skjóta.

“Eg veit ikki. Teir munnu halda, at tað er betri at landsstýrismaðurin ger tað,” segði Georg.

Hann helt, at dagurin í dag var spennandi, tí hetta er menning av samfelagnum, men hann roknaði tó ikki við at koma sjálvur at koyra í tunlinum.

“Eg rokni ikki við at eg livi so leingi. Nú fari eg at verða 94,” segði hann. Men hóast høga aldurin, so koyrir Georg framvegis bil.

“Tað er verri við at ganga. Tá vektin kemur á knæið, so blívur galið frá knænum og upp í mjødnina, men tá eg siti, so føli eg einki,” segði hann.

Spurdur um tað er rætt at gera ein slíkan tunnil svarar Georg:

“Ja tað munnu teir halda, sum hyggja frameftir.”

Harleywoodpaint