Spf Røkt heitir nú á SEV, eigararnar og myndugleikarnar sum vara av elorkuøkinum í Føroyum, um at steðga við ætlanini at útbyggja oljukraftverk í størri mun, áðrenn Røkt hevur havt høvi til at leggja fram neyðuga dokumentatión fyri ætlaða pumpukraftverkið.
“Í 2003 segði SEV, at vindorka ikki lat seg gera í Føroyum, men eftirtíðin hevur víst, at hetta var ikki rætt,” sigur Røkt í tíðindaskrivinum. Víðari sigur Røkt, at nú sigur SEV, at ætlanin við pumpukraftverki, sum Røkt hevur arbeitt við, heldur ikki letur seg gera í Føroyum.
Røkt vísir á, at tey hava arbeitt við hesum møguleikanum – ið byggir á kendan teknik – nú í nøkur ár, og eru við at koma á mál viðvíkjandi teknisku og fíggjarligu metingunum um eitt vindorkurikið pumpukraftverk á Mýrunum í Vestmanna.
“Hetta kraftverk kann veita grøna og trygga orku í staðin fyri oljurikið kraftverk,” sigur Røkt.
Felagið sigur seg hava ilt við at trúgva, at søgan frá 2003 skal kunna endurtaka seg, har ein kappingarneyti varð hildin burtur frá elmarknaðinum, meðan farið verður undir eina risa útbygging av elframleiðslu úr dálkandi orkukeldum, sum harafturat kemur at kosta samfelagnum stórar upphæddir í innfluttari olju.
“Hví velja oljukraftverk fram um grøna, kenda og trygga tøkni, tá grøna orkan er kappingarfør og ikki hóttir samfelagsbúskapin, tá lági oljuprísurin aftur hækkar,” sigur Røkt
“Kann hetta bera til uttan dokumentatión, og uttan at málið verður nóg væl lýst?” spyr felagsskapurin
Røkt arbeiðir við eini orkuloysn sum byggir á vindmyllur, pumpuskipan og eina byrging, ið kann rúma 40 milliónir rúmmetrum av vatni. Við henni skal bera til at tryggja grøna el-orku til næstan alt meginøkið, sjálvt um einki regn og eingin vindur skuldu verið í upp til 47 dagar.




