Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Røktarheim í Klaksvík.

John William Joensen

Tað var ein stórur dagur, tá ið Klaksvíkar býráð samtykti at søkja Almannaráðið um stuðul til at byggja eitt røktarheim í Klaksvík til 48 fólk.

Fíggjarstøðan í Klaksvík er ikki góð, skattainntøkan er nógv minka og skuldin er stór, tí verður trupult hjá klaksvíkar kommunu at útvega kommunupartin av byggiútreiðslunum.

Hetta er neyvan møguligt fyrr enn í fyrsta lagi í 2012.
Landið hækkar íløgurnar í 2010

Í ólavsøkuuppskotinum frá landstýrinum verður skotið upp at gera eyka íløgur fyri 90 mió um árið frá 2010 til 2012 til virkisskapandi tiltøk. Peningurin skal brúkast til skipasmíð og útbyggingar innan almanna- og mentunnarøki. Mítt uppskot er tí, at Klaksvíkar kommuna fær tilsøgn um eitt lán frá landinum, til at fíggja sín part av ellisheiminum, so byggingin kann byrja beinanveg í 2010. Henda tilsøgn hevði verið við til at minka arbeiðsloysið innan byggivinnuna í Norðoyggjum og víst at landið setir virksemisskapandi íløgur í gongd har arbeiðsloysið er stórt. Samstundis sum nakað verður gjørt fyri at loysa stóra tørvin á røktarheimsplássum í Norðoyggjum. Í dag standa 87 fólk á bíðilista og akutti tørvurin er 32 røktarheimspláss.

Týdningarmikið stig ið peikar frameftir
At fara í gongd við at byggja eitt røktarheim nú, snýr seg um nógv meira enn tey 48 hart tiltrongdu røktarheimsplássini. Eitt nýtt røktarheim kemur at útvega kvinnum fleiri arbeiðspláss í kommununi. Hetta verða støðug arbeiðspláss, eini 70 í talið, arbeiðspláss við fastari løn hvønn mánaða.

Arbeiðspláss ið vit verðuliga hava fyri neyðini. Allar kanningar vísa, at um ung pør við útbúgving skulu flyta til eina kommunu, so er tað ein avgjørd fortreyt at arbeiði er til bæði kvinnu og mann. Er tað ikki so kemur familjan ikki aftur. Hjá familjum har inntøkan hjá manninum kemur frá fiskivinnuni, og tí kann vera sera óstøðug, hevur tað sera stóran týdning at ein støðug inntøka er í familjuni.

Samfelagsliga er Klaksvík í tí støðu, at vit vinnuliga mugu hava fleiri bein at standa á aftrat fiskivinnuni og í hesum høpi kann eitt røktarheim eisini verða alneyðugt. Tí peikar henda samtyktin nógv longur fram í tíðina enn vit kanska geva okkum far um.

Hjálp til kreppurakt økir
Sjálvt um tað var best at kommunan sjálv kláraði at fíggja tílíka útbygging so er tað hent fyrr at landið hevur hjálpt til. Vágs kommuna hevur fingið játtað rentu- og avdráttarfrítt lán til røktarheim og nú ferð landið at byggja ítrottarhøll í Sandoy. Tí er tað rætt um landið hjálpti Klaksvíkini við einum lánið so vit kunnu koma í gongd við at byggja røktarheimið sum skjótast.

Eyðgunn Samuelsen løgtingskvinna fyri javnaðarflokkin.