Mær dámar væl at búgva her og eg havi tað gott. Eg fái alla ta hjálp, sum eg havi brúk fyri, sigur Elsa Olsen
Long bíðitíð, men sera góð røkt
Sjálvt um bíðitíðin er long til at fáa eitt búpláss á Norðoya Røktarheimi, so eru Elsa Olsen og sonurin, Michael Olsen, stak væl nøgd við umstøðurnar og røktina á Røktarheimum.
Vit hava spurt Michael Olsen og mammu hansara, Elsu Olsen, hvat tey halda um røktina, og viðurskiftini annars, sum Elsa fær á fær á Norðoyar Røktarheimi.
Fyri góðum hálvum ári síðani fekk 88 ára gamla Elsa Olsen nevniliga eitt pláss á Norðoya Røktarheimi. Rúm tíð var tá gingin, frá tí hon hevði sett seg uppá listan til eitt búpláss á Røktarheimum, til hon fekk eitt pláss. Soleiðis er tað hjá mongum eldri í norðuroyggjum, sum hava tørv á røktarheimsplássi.
Kamar fyri seg sjálva
Áðrenn hon slapp á Røktarheimi, hevði hon verið til umlætting nakrar ferðir. Sjálvt um hon er komin langt upp í aldur, so hevur hon klára seg væl. Men seinastu tíðina er megin minkað, og tí heldur Michael Olsen, sonur hennara, at tað var í tøkum tíma, at hon fekk eitt pláss.
“Umleið fyri hálvum ári síðan, var mamma til umlætting á Røktarheiminum. Vit systkini plagdu at vitja hana hvønn morgun til kaffi, tá hon var til umlætting. Tað riggaði ordiliga væl, og mamma var eisini glað fyri tað. Vit vóru tó greið yvir, at tørvurin á at fáa eina varandi loysn gjørdist alsamt størri. Vit høvdu spurt nakrar ferðir, um mamma ikki skjótt fór at fáa eitt pláss á Røktarheiminum. Tá umlættingartíðin var av, og mamma skuldi heim aftur, spurdu vit aftur, um hvussu tað var við bíðilistanum. Tá lá tað so væl fyri, at mamma fekk eitt pláss, har hon fekk eitt kamar fyri seg sjálva. Tørvurin fyri at sleppa inná Røktarheimi er stórur og eru nøkur av teimum sum búgva har, tí noydd at verða felags um eitt kamar. Tí eru vit sera glaðu fyri, at mamma fekk eitt kamar fyri seg sjálva,” sigur Michael.
Tungt at fara úr heiminum
Michael greiðir frá, at tað var eitt sindur tungt hjá mammu hansara at fara úr heiminum á Fosságøtu, ið hon hevði búð í í so nógv ár. Men tá ein tíð var fráliðin, so hevði hon vant seg við tankan og varð hon sera glað fyri at vera á Røktarheimum.
“Fyri hana var tað ein lætti at koma á Røktarheimið. Fyrsta tíðin var sjálvandi ein umstillingartíð. Hon var jú von við at vera heima á Vágsheygum, men tað gekk ikki long tíð til hon hevði vant seg við at vera á Røktarheiminum. Harúti hevur hon eisini møguleika fyri, at verða saman við øðrum, ið búgva har. Hetta saman við, tí góðu røktini á Røktarheimum, ger, at hon, eins og vit systkini, eru sera glað fyri at hon hevur fingið eitt búpláss á røktarheiminum,” greiðir Michael frá.
Vælnøgd við umstøðurnar
Elsa er samd við soninum Michael.
“Tað er altíð trupult at fara úr sínum egna heimi. Soleiðis er tað við okkum menniskjum, men eg eri sera glað fyri at hava fingið eitt pláss á Røktarheiminum. Mær dámar væl at búgva her og eg havi tað gott. Eg fái alla ta hjálp, sum eg havi brúk fyri. Starvsfólkini eru einastandandi fitt og fyrikomandi, og altíð tilreiðar við eini hjálpandi hond. Haraftrat er tað gott, at eg kann hava mítt egna kamar og fáa vitjan til einahvørja tíð. Sum í dag, so kunnu eg og Michael sita her fyri okkum sjálvi og práta saman,” sigur Elsa.
Samanumtikið hava tey bæði Elsa og Michael einki at fýlast á viðv. røktini og umstøðunum annars á Røktarheiminum.
“Vit kunnu ikki seta fingurin á nakað. Starvsfólkini eru sera dugnalig og taka sær væl av mammu. Eitt sum vit eisini eru sera fegin um, er at vit systkini kunnu koma at vitja hana tá vit vilja, og at vit kunnu sita inni á hennara kamari fyri okkum sjálvi og práta við mammu. Tann røktin, sum verður veitt búfólkunum á røktarheimum er sera góð. Eg haldi, at mamma kennir seg sera væl á Røktarheiminum. Hon fær alla tað hjálp hon hevur brúk fyri. Og um tørvur er á lækna, so liggur sjúkrahúsið jú beint við og er tað tyggjandi at vita,” sigur Michael at enda.




