Kommunustýrini í Kunoy, Syðradali og Hvannasundi fara á fyrst komandi fundi taka støðu til, um tær ætla sær at vera við í ætlanini á Viðareiði
Borgmeistarin í Viðareiðis kommunu hevur góðar vónir um at Syðradals, Hvannasunds og Kunoyar kommunur koma uppí samstarvið millum Viðareiðis og Klaksvíkar kommunu um at byggja eitt nýtt røktarheim á Viðareiði.
Norðlýsið skilur, at kommunustýrini í Kunoy, Syðradali og Hvannasundi kommunur á fyrst komandi fundi skulu taka støðu til, um tær ætla sær at verða við í ætlanini á Viðareiði. Svínoyar kommuna, sum upprunaliga var við, hevur klárt givið til kennar, at hon hevur tikið seg burturúr ætlaða samstarvinum, tí at hon hevur ítøkiligar ætlanir um at byggja eitt sambýli á oynni. Fugloyar kommuna var ongantíð við í ætlanunum.
Í síðstu viku, var fundur har Hvannasunds, Húsar og Kunoyar kommuna eisini vóru umboðaðar. Á fundinum varð kunnað um ymisk viðurskifti viðv. røktarheimsætlanini. Avgjørt varð eisini, at tær nevndu kommunurnar á fyrst komandi kommunustýrisfundi skulu taka avgerð um tær eru sinnaðar famhaldandi at vera við í ætlanini.
Hinar kommunurnar
Norðlýsið spyr borgarstjóran á Viðareiði, um hví hesar kommunurnar, ið upprunaliga vóru við í ætlanini nú skulu taka avgerð um tær ætlað at vera við ella ikki.
– Eg veit ikki akkurát hvat er hent. Vit høvdu knappa tíð, at fáa eina umsókn inn. Hon var ófullfíggjað, men vit fingu longt skotbráið, so vit kundu gera umsóknina meir fullfíggjaða. Síðan hendi tað, at vit spurdu Klaksvíkar kommunu, um hon var sinnað at koma við í ætlanina. Um hetta hevur viðført, hinar kommunurnar hava kent seg kroystar, og enn ikki hava tikið endaliga avgerð um at verða við, dugi eg ikki at siga. Fundurin sum vit høvdu á Viðareiði í síðstu viku, var konstruktivur og gav, haldi eg, positivar ábendingar um at hinar kommunurnar eru áhugaðar í at koma við í samstarvið, sigur borgarstjórin á Viðareiði, Árni Absalonsen.
Borgarstjórin spentur
Árni Absalonsen er sannførdur um, at hetta er ein spennandi og ein munadygg ætlan fyri eldrarøktina í Norðuroyggjum. Hann vísir á, at seinasta tørvskanningin vísti, at tørvur var á 27 plássum. Eitt nýtt røktarheim á Viðareiði minkar munandi um hendan tørvin, sigur hann.
–
–
Gott fyri Viðareiðis kommunu
Árni dylur ikki fyri, at eitt røktarheim á Viðareiði er ein vinningur fyri kommununa. Tað er eitt ynski hjá hvørjari kommunu at fáa stovnar og annað við støðugum arbeiðsplássum til kommununa. Hann roknar við, at umleið 30 arbeiðspláss verða á nýggja røktarheimum.
– Eitt nú verða fleiri arbeiðspláss skapt við einum nýggjum røktarheimi. Men tað verða neyvan bara viðingar, sum fara at arbeiða á røktarheiminum. Í so máta er tað eisini ein vinningur fyri allar Norðuroyggjar – serliga tá vit hugsa um røktarheimsplássini, ið verða skapt fyri alt økið.
Borgarstjórin á Viðareiði sigur at enda, at hann vónar at skjøtul kann setast á arbeiði við at byggja røktarheimi einaferð síðst í árinum, men er greiðir yvir, at slík mál kunnu draga út.




