Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Røktarheimsætlanir: Skilagott at fara í eitt samstarv

Norðlýsið

Eitt nýtt røktarheim á Viðareiði minkar munandi um tørvin á røktarheimsplássum, tí mælti Elsba Lützen Kl. kommunu at fara uppí samstarvið.

Økisleiðarin fyri heimatænastuna í norðuroyggjum mælti Klaksvíkar kommunu til at fara í samstarv við Viðareiðis kommunu um at byggja eitt røktarheim, tí at eitt nýtt røktarheim í økinum minkar um bráfeingistørvin á røktarheimsplássum í øllum norðuroyggjum.

Tað var formaðurin í sosialu nevnd hjá Klaksvíkar kommunu, Jórun Høgnesen, sum setti seg í samband við Elsbu Lútzen og spurdi hana til ráðs, tá Viðareiðis kommuna hevði sent fyrispurning til Klaksvíkar kommunu, um samstarv um bygging av einum røktarheimi.

Elsba Lützen helt tað verða skilagott at fara í eitt samstarv, tá eitt nýtt røktarheim í Norðuroyggjum vil minka munandi um tørvin á røktarheimsplássum, samstundis sum hetta er ein bílig loysn fyri Klaksvíkar kommunu. Fyri kommunurnar snýr tað seg um pengar, og tí er tað skilagott at tær standa saman um útreiðslurnar, ið standast av at byggja t.d. røktarheim, sum eru felags fyri allar kommunurnar í økinum.

Nærverkið
Elsba Lützen er økisleiðari fyri heimatænastuna hjá Nærverkinum. Nærverkið er skipað í fýra tænastuøki: heimatænastan, barnatænastan, stuðulstænastan og trivnaðartænastan. Undir heimatænastuni er heimahjálpin, heilsu- og sjúkrarøktin, eldrasambýlini, røktarheimini og dagtilhaldini.

Ein útbreidd fatan millum klaksvíkingar er, at kommunan við hesum samstarvinum stuðlar eldrarøkt uttanfyri kommunumark, sum borgarar í Klaksvík ikki fáa nóg góðan ágóða av. Til hetta sigur Elsba Lútzen:
– Við hesari ætlanini stuðlar Klaksvíkar kommuna ikki Viðareiðis kommunu; tað er ikki tað man ger. Øll plássini á t.d. røktarheimum eru felags fyri allar norðoyingar, og tí hava Klaksvíkingar líka góðan rætt at koma norður á Viðareiði á stovn, sum fugloyingar og viðingar.
– Tá tað var greitt, at Klaksvíkar kommuna ikki søkti um stuðul til at byggja nýtt røktarheim, segði eg alment, at eg var skuffa av hesum. Men nú tá Klaksvíkar kommuna hevur gjørt avtalu við Viðareiðis kommunu, síggi eg ein glotta fyri alt eldraøkið í Norðuroyggjum, sigur Elsba.

Tørvurin
Vit spurdu Elsbu Lützen, um hvussu hon vildi lýst støðuna hjá teimum eldru í norðuroyggjum, ið hava tørv á búplássi ella heimarøkt.
– Støðan hjá teimum eldru, tá tað kemur til stovnspláss er í grundini tann sama, sum hon hevur verið í fleiri ár. Tey eldru sleppa ikki inn beinanvegin um tey søkja – tey verða noydd at bíða í eina tíð, áðrenn pláss er. Í løtuni er brúk fyri 10 plássum afturat. Hesin tørvurin er at rokna sum ein bráfeingistørvur. Men tað kann saktans vera, at um vit høvdu fleiri stovnspláss, at tørvurin so vísti eg at vera enn størri. Av tí at umstøðurnar eru so vánaligar, sum tær eru, so er tað væl hugsandi at fólk ikki seta seg uppá listan av hesi orsøk.

Ein av grundunum til at kommunan hevur lurtað eftir mær og er farin í samstarv við Viðareiðis kommunu, er kanska, at eg havi víst á at ov nógv fólk eru á Norðoya Røktarheimi. Í løtuni eru 36 eldri á røktarheiminum. Hetta er eitt alt ov høgt tal, tá stovnurin einans er gjørdur til 28 pláss. Tí eru tað umleið 8 búfólk, ið hava felags kamar. Játtanin, ið Norðoya Røktarheim fær, er tó til 36 búfólk pr. ár. Eg haldi, at vit skulu minka tey føstu búfólkini við átta, soleiðis at pláss er fyri 26 føstum búfólkum, sum búgva fyri seg sjálvan. So verða eisini fleiri kømur, sum kunnu brúkast til umlætting. Tey, sum eru til umlætting, steðga bert í stutta tíð, og tí kunnu tey verða tvey í hvørjum rúmi.

Tey tíggju plássini sum eru á gamla sambýlinum vil eg helst hava niðurløgd. Eftir hesi hugsan hava vit minka um búplássini við 16. Hartil koma tey, sum í dag hava bráfeingistørv at koma á stovn. Tí haldi eg, at tað hevði verið hóskandi at bygt ein nýggjan stovn á Viðareiði til umleið 30-32 búpláss, heldur enn núverandi ætlan, ið hevur 20-24 búpláss, sigur Elsba.

Fegnast
Men Elsba fegnast um ætlanirnar á Viðareiði. Við einum nýggjum røktarheimi, verður størri rúm at arbeiða við. Eitt nú kunnu vit gera tað soleiðis, at tey sum eru væl fyri kunnu verða saman, og tey sum ikki eru dement fyri seg. Hetta er ein munandi betur loysn, enn tá bæði dement og tey sum klára seg væl eru saman.

– Eg haldi eisini at tað er líkamikið hvar ein slíkur stovnur liggur. Vit mugu minnast til, at fólk fara ikki á stovn fyrr enn tey hava tørv á hjálp alt døgnið. Og tá Heimatænastan er skipað fyri allar norðuroyggjar, so er tað ikki avgerandi hvar stovnurin liggur, um stovnurin er lættur at koma til bæði fyri brúkarar og starvsfólk. Tað er soleiðis, at allir norðoyingar hava líka rætt at koma inn á stovnarnar, sum eru í økinum. Norðdepilsmenn og hattvíkingur hava líka góðan rætt at koma á ein stovn í Klaksvík eins og klaksvíkingar. Raksturin av stovnunum, harundir eisini lønirnar til starvsfólkini, verður veittur av landinum og er ikki ein kommunal útreiðsla. Uppgávan hjá kommunum er at standa fyri byggingini av stovnunum og fíggingini í tí sambandi; tí kann man siga, at Viðareiðis og Klaksvíkar kommuna báðar fáa búpláss fyri ein relativan lítlan penga. Um ikki kommunurnar høvdu gjørt samstarvsavtalu, so var vandi fyri at einki røktarheim varð bygt, heldur Elsba Lützen.

___
FAKTA um Nærverkið

Almennir stovnar undir Nærverkinum í Klaksvík (skipaðir undir tænastuøki):
Trivnaðartænastan: hevur sambýli, virknishús og umlættingarheim undir sær.
Sambýli: Sambýli og Bústovnurin á Mýruvegi 13
Virknishús: Verkstaðurin á Brekku
Umlættingarheim: Umlætting fyri autistar
Umlættingarheimið Dáin (sjálvsognarstovnur)

Heimatænastan:
Eldrasambýli, Bøgøtu 34
Eldrasambýlið á Heygnum
Norðoya Ellis- og Vistarheim, Garðavegur 10
Norðoya Røktarheim, Víkavegur

Barnatænasta:
Í norðuroyggjum er ein heilsusystur ið vitjar familjur tá tey hava fingið eitt barn. Harafturat umfatar barnatænastan heilsufrøðiliga tænastu í skúlunum. Í Norðuroyggjum ger heilsufrøðingur funktiónskanningar og hevur persónligar samrøður, bólkasamrøður, floksundirvísing og foreldraviðtalur.

Stuðulstænastan
Stuðulstænastan veitir tænastu til persónar frá 18 til og við 66 ár, sum vegna likams- ella sinnisbrek hava tørv á hjálp til at greiða gerandisdagin.