Útróðrarbáturin Bjørgvin við Jákup Páll Joensen, sum formanni gjørdi rættuligan roktúr norðanfyri í nátt. Toskurin sýnist vera væl fyri.
Ímillum 8 og 9000 pund, mettu teir seg til, tá vit vóru á støð ímorgun.
Teir á Bjørgvin søgdu, at teir settu 30 stampar norðanfyri í nátt og av hesum 8-9000 pundunum vóru bert 20 hýsur, restin var góður toskur.
Bjørgvin er bert 7,2 BRT til støddar, ein glastrevjabátur bygdur í Íslandi.
Ein av snellubátunum segði okkum, at tað skrivaði ógvuliga nógv norðanfyri í gjár. Men tað sýntist sum toskurin tók ikki í beituna, ikki fyrr enn roynt var við hond, fingu vit krøkt okkum nakað, næstan ongin hevði tikið, og tí bleiv tað ikki til meira enn 400 pund.




