Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Rókur Davidsen vann øll talvini

Jóhann Lützen

Árliga barnakappingin á Norðoyastevnu varð telvað fríggjakvøldið. 8 dreingir meldaðu til hesaferð, og er talan um dreingir sum hava gingið til venjing hjá felagnum í vetur. Aldurin á teimum luttakandi frá 8 til 14 ár.

Telvað vóru 7 umfør við stuttari umhugsunartíð, og endin var at Rókur Davidsen gjørdist vinnari av kappingini við fullum stigatali. Bogi á Kósini og Poul Thomsen telvaðu avgerandi talvið um 2. plássið, og endin av einum rokaligum talvi var javnleikur, sum gjørdi at Bogi streyk avstað við silvurinum.

Samanumtikið ein spennandi kapping, har spenningurin helt sær til seinasta leik. Aftaná var heiðurmerkjahandan og hugnaløta.

Barnatelvingin fer nú í summarfrí, og byrjað verður aftur í september mánaða.

 

 

 

Harleywoodpaint